IDEmøblar // Koppur&Kanna
IDEmøblar // Koppur&Kanna
IDEmøblar // Koppur&Kanna

Lærlingur til Føroya størsta møblahús

Nú kanst tú gerast partur av einum sterkum toymi, tí vit í IDEmøblum leita eftir einum ágrýtnum og framfýsnum lærlingi

Um tú...

  • brennur fyri at selja og hevur eyga fyri og hug at arbeiða við innrætting
  • hevur sjálvsálit, ert fyrikomandi og opin
  • hevur FHS, hægri handilsskúli ella aðra viðkomandi útbúgving

... so ert tú møguliga júst tann, vit leita eftir.

Sum partur av IDEmøbla-toyminum kanst tú verða vís/ur í at hava ein spennandi gerandisdag í Føroya stórsta møblahúsi. Vit hava 45 ár á baki, og øll hesi árini hava vit lagt dent á at hava dygdargóðar vørur í handlinum og eina tænastu, sum er í hásæti.

Arbeiðsviðurskiftini eru góð við skiftandi arbeiðstíðum innan fyri eina vanliga arbeiðsviku. Við í lærutíðini sum søluatstøðingur er skúlagongd í Danmark ella í Føroyum.

Umsókn:

Er hettar nakað fyri teg, send skjótast gjørligt eina stuttorðaða umsókn til:

IDEmøblar

Postboks 3220

FO-110 Tórshavn

ella
ein t-post til sandri@ide.fo

Vit hava brúk fyri tær at byrja sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Lýsing er stovnað12. April 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroysktMiðal førleiki
DansktDansktMiðal førleiki
Stað
2 Falkavegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.FramsøkinPathCreated with Sketch.KundatænastaPathCreated with Sketch.Nærlagni
Starvsgreinar
Starvsmerki