Vesturvón
Endamálið hjá Vesturvón er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Vesturvón heldur til á heiminum á Sýnini, og fevnir um heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, rehabilitering, terapeutiskar venjingar, matartænastu og dagtilboð.
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar.
Hiddenfjord
Hiddenfjord er eitt føroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning ígjøgnum nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Tað arbeiða uml. 220 fólk hjá okkum. Felagið hevur stórt fokus á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi.
Elding Elrisin
Elding Elrisin er Føroya størsti elektronikkhandil við handlum í Tórshavn, Klaksvík & Online. Vit brenna fyri at geva eina enn betri handilsuppliving og at menna marknaðin, so vit kunnu bjóða Føroya fólki slóðbrótandi tøkni til gerandisdagin.
VEKS
VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldrarøkt og heimatænastu millum fýra kommunur í Norðurstreymoy og Norðureysturoy. Navnið VEKS er sprottið úr forbókstavnunum á samstarvskommununum, sum eru Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommuna.
Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn er loftvegis portrið, sum tryggjar Føroyum skjótt og effektivt flogsamband við umheimin
Alfred
Alfred er nýggi vegurin til starvssetanir í Føroyum har arbeiðsgevarar gjøgnum eina app og heimasíðu røkka starvssøkjandi við viðkomandi størvum og avgreiða alla setanargongdina frá lýsing til setan.
Articon
Undir slagorðinum "Eitt trygt grundarlag" leggur Articon stóran dent á at vera álítandi í sínum arbeiði, veita eina dygdargóða tænastu og halda gjørdar avtalur. Samstundis er orkan so mikið stór, at tað ber til at økja um ferðina, so tíðarfreistir kunnu haldast. Articon hevur serligan førleika innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá skip verða bygd ella umvæld.
Effo
Effo letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum umframt, at felagið eisini veitir føroyskum og útlendskum skipum oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. Harumframt er Effo einasti veitari av Jet Fuel í Føroyum. Fyri framhaldandi at taka lut í at menna føroyska samfelagið, eigur Effo helmingin av Vindrøkt, sum veitir orku burturúr vindorku. Ein partur av Effo eru Effo støðirnar kring landið, sum veita gerandisvørur og brennievni.
Heilsumálaráðið
Heilsumálaráðið umsitur málsøki innan heilsu og fyribyrging
Vinnustovnurin
Vinnustovnurin er tænastu- og eftirlitsstovnur undir Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Vinnustovnurin veitir tænastur til einstaklingar, stovnar, fyritøkur og virki.
IDEmøblar // Koppur&Kanna
Hjá IDEmøblum og Koppi & Kannu finnur tú alt til heimið. Seks ferðir hevur IDEmøblar vunnið heiðurin sum Ársins Handil, valdur av viðskiftafólkunum. Og tvær ferðir á rað hevur Koppur & Kanna vunnið Kop & Kande Leauge millum allar 100 Kop & Kande handlarnar í Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Elsebeth og Birgir Andreasen, sum eiga og reka handilin, siga, at tað er ikki ein løtt uppgáva at náa slík mál, men tað er hegni og ágrýtni, sum kann fáa slíkt at eydnast. Vit stremba altíð eftir at gera tingini betur, og hetta kann bert gerast saman við teimum fantastisku starvsfólkunum, sum so ótroyttandi bjóða eina tænastu, sum er í hásæti, og so sjálvandi tey sera týdningarmiklu viðskiftafólkini, sum so trúføst vitja handilin.
Frítíðarskúlin Smílibýlið
Smílibýlið er ein frítíðarskúli til børn úr 1. og 2. flokki í Eysturskúlanum. 59 børn ganga her í løtuni. Á stovninum starvast tríggir námsfrøðingar, trý hjálparfólk við drúgvum royndum og dagstovnaleiðarin. Fysisku karmarnir í frítíðarskúlanum geva børnunum góðar møguleikar at spæla bæði frítt og skipað. Vit hava tónleikarúm, rørslurúm, verkstað og fleiri smá rúm. Soleiðis ber til at hava smáar eindir, og børnini kunnu binda frið og hugsavna seg í spæli. Eisini kunnu tey spæla uttanfyri í garðinum ella fara yvir á ein fótbóltsvøll í grannalagnum.
Heilsu- og umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganarfyrisitingin umsitur kommunulæknahølir, serflutning, stuðulsskipan til tiltøk innan almanna- og heilsumál, fólkaheilsu umframt eldraøkið. Eldraøkið fevnir um millum annað eldrabústovnar, heimarøkt, heimasjúkrarøkt til allar borgarar og tilboð og tænastur til fólkapensjónistar. Heilsu- og umsorganartænastan skal røkja tær uppgávur, sum álagdar eru kommununi sambært lógini um heimatænastu, eldraøkt og annað samsvarandi politisku málsetningum hjá býráðnum í »Virkin og vakin alt lívið«.
Løgmálaráðið
Løgmálaráðið er fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í lógarmálum. Løgmálaráðið umsitur m.a. lógarsmíð, revsirætt, dáturætt, fyrisitingarrætt, vápnalóggávu, persóns-, húsfólka- og arvarætt, útlendingarætt og integratiónsrætt, kommunumál og útjaðaramál o.s.fr.
Eikin
Eikin er ein etablerað handilsfyritøka í menning. Vit hava tvær deildir og húsast á Hjalla 4 í Hoyvík og í Spunagøtu 1 á Argjum. Úrvalið fevnir vítt: Køkar, møblar, madrassur og nógv annað.
Intersport Tórshavn
Hjá INTERSPORT vilja vit duga best at tæna ítróttarfólki við tí bestu vøruni og tí bestu leiðbeiningini. Vit eru ein partur av heimsins størstu ítróttarketu við meira enn 5.400 handlum í 44 londum. INTERSPORT er ein av Føroya størstu ítróttarhandlum. Vit hava tríggjar handlar, og vit eru í fúkandi menning.
Eldrasambýlið oman Hoydalar
Eldrasambýlið oman Hoydalar varð bygt í seinnu helvt av 1970-árunum sum eini vanlig sethús í trimum hæddum. Fyri góðum 20 árum síðani keypti Tórshavnar kommuna húsini. Onkrar broytingar vórðu gjørdar, og heimið fekk navnið eldrasambýlið oman Hoydalar. Tá heimið opnaði, fingu átta borgarar við røktartørvi búpláss. Tey vóru lutvíst sjálvhjálpin, men sum árini gingu, kravdu tey alsamt meira hjálp og røkt. Umbyggingar eru so líðandi gjørdar innandura, soleiðis at Eldrasambýlið nú rúmar tíggju búfólkum. Trý búfólk búgva uppi á loftinum. Sostatt mugu hesi búfólkini megna trappur í gerandisdegnum. Úr stovuvindeygunum er gott útsýni yvir Havnina og út á Nólsoynna. Út frá felagsrúminum og køkinum er ein hurð út til eina deiliga stóra terassu.
Sóljuhjarta
Barnagarðurin er ein náttúrubarnagarður, normeraður til 80 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Á stovninum eru fýra barnagarðstovur og tvær vøggustovur. Vøggustovunar halda til í kjallaranum í skúlanum í Søldarfirði, har hølini eru gjørd í stand til endamálið.