Nýtslutreytir fyri Alfred - brúkarar
1. Allýsingar
Uttan so at tað er staðiliga ásett annað í hesum Nýtslutreytum, skulu fylgjandi hugtøk skiljast soleiðis sum ásett er niðanfyri:
1.1. Alfred, er navnið á landatillagaðu føroysku útgávuni av Alfreð, ein skipan, sum bjóðar brúkarum eina loysn at sýna og vaka yvir starvslýsingum, stjórna teirra egna vanga og søkja leys størv sum verða lýst á Alfred Job appini og/ella www.alfred.fo heimasíðuni, og sum bjóðar fyritøkum eina loysn har tær kunnu lýsa størv, móttaka starvsumsóknir frá umsøkjarum, viðgera umsóknir og samskifta við umsøkjarar. Faktor Sp/f hevur rætt til at nýta hesa skipan og bjóða atgongd til hana umvegis eina loyvisavtalu (franchise agreement) við Alfreð ehf., skrás. nr. 630217-0830, Laugavegur 176, 105 Reykjavík, Ísland.
1.2. Atgongd til sosialar miðlar, merkir ein og hvør atgongd hjá umsøkjara ella fyritøku til sosialar miðlar, sum umsøkjarin ella fyritøkan nýtir til tess at savna dáta til teirra persónliga vanga (so sum Facebook, Google ella annað).
1.3. Brúkari, merkir ein persónur sum brúkar Alfred, uttan mun til hvørt ein slíkur persónur hevur lagt inn persónligar upplýsingar á Alfred ella ikki.
1.4. Dátugrunnur, merkir eitt savn av einum og hvørjum tilfari, sum er skipað á ein systematiskan ella reglubundnan hátt og er atkomiligt elektroniskt ella á annan hátt, uttan mun til hvussu tað er útgivið, og serstakliga ein dátugrunnur við starvslýsingum, og brúkaravangum sum er skaptur av Alfreð ehf.
1.5. Fyritøka, merkir ein fyritøka, felagsskapur, almenn løgfrøðilig eind ella persónur, sum lýsir eitt starv á Alfred og móttekur umsóknir frá umsøkjarum. Hugtakið “fyritøka” í Nýtslutreytunum fevnir eisini um arbeiðsplássvangar. Í hesum høpinum merkir hugtakið “arbeiðspláss-vangi” ein “persónur” sum fæst við virksemi, uttan mun til um ein slíkur persónur fremur virksemið undir sínum egna p-tali, ella sum ein ávís løgfrøðilig eind.
1.6. Innritanarsamleiki, merkir teir samleikaupplýsingar sum brúkarin nýtir, tá hann ritar inn (login credentials), so sum brúkaranavn, loyniorð, telefonnummar, kota e.l., og sum eyðmerkja hann sum brúkara.
1.7. Umsøkjari, merkir ein persónur sum hevur gjørt ein persónligan vanga á Alfred.
1.8. Vangi, merkir ein persónligur vangi sum inniheldur lívsrenslið hjá einum persóni í Alfred ella ein fyritøkuvangi í Alfred, sum inniheldur allar upplýsingar um umsøkjaran ella fyritøkuna og er grundaður á upplýsingar, sum umsøkjarin ella fyritøkan hevur latið gjøgnum teirra atgongd til sosialar miðlar ella eru skrásettir av umsøkjaranum ella fyritøkuni.
2. Nýtsla av Alfred
2.1. Nýtslan av Alfred er soleiðis samansett:
2.1.1. Sum ein umsøkjari; hyggja eftir starvslýsingum frá fyritøkum, eygleiða leys størv við starvsvaktini grundað á umsøkjarans egnu val av starvsgeira, starvsslag (t.d. fulla ella parttíð), starvsstað osfr., dagføra egnar upplýsningar um starvsroyndir, útbúgvingar og aðrar førleikar lýstir á egnum persónliga vanga, søkja um størv, ella eitt hvørt annað samskifti við fyritøkur ella annað samskifti við Alfred.
2.1.2. Sum starvandi hjá eini fyritøku sum lýsir størv á Alfred; innrita á kontuna hjá fyritøkuni, veita atgongd til aðrar brúkarar, sláa lýsingar upp á Alfred, viðgerða umsóknir og samskifta við umsøkjarar, alt eftir hvørjar atgongdarheimildir viðkomandi hevur.
2.2. Ein brúkari skal nýta Alfred til tað endamál, ið er ásett í stykki 2.1. Nýtslan av Alfred er harumframt avmarkað til vanligt og lógligt virksemi og er bert fyri brúkaran sjálvan. Brúkarin hevur einans loyvi til at fara inn á og brúka upplýsingar viðvíkjandi sær sjálvum ella um størv, sum fyritøkur lýsa við. Brúkarin hevur ikki loyvi at royna at fáa atgongd til og brúka upplýsingar, ið eru ætlaðir øðrum.
3. Brúkaraatgongd
Brúkarir hava fylgjandi sløg av atgongd:
3.1. Innritan við telefonnummari. Telefonnummarið og sannan umvegis SMS-kotu verður nýtt, tá umsøkjarin ger sín persónliga vanga. Við at rita inn góðtekur brúkarin hesar Nýtslutreytir.
3.2. Innritan við telduposti. Teldupostbústaðurin og teldupostur við eini váttanarkotu verða nýtt, tá umsøkjarin ger sín persónliga vanga. Teldupostbústaðurin hjá einum starvsfólki í fyritøkuni verður nýtt til tess at geva atgongd til kontuna hjá fyritøkuni í Alfred. Við at rita inn góðtekur umsøkjarin / starvsfólkið hesar Nýtslutreytir.
3.4. Atgongd uttan innritan. Á hendan hátt kann brúkarin einans hyggja eftir lýsingum á Alfred. Við at nýta Alfred á hendan hátt, góðtekur brúkarin hesar Nýtslutreytir.
4. Umsóknarmannagongd
4.1. Um ein umsøkjari er áhugaður í at søkja starv sum er lýst á Alfred, kann hann senda eina umsókn til fyritøkuna, sum inniheldur upplýsingarnir sum longu eru skrásettir á hansara persónliga vanga, saman við øðrum upplýsingum, sum fyritøkan hevur umbiðið, og ískoytisupplýsingum sum umsøkjarin ynskir at lata. Hetta samskifti kann fara fram í Alfred.
4.2. Fyritøkan og umsøkjarin hava ábyrgdina av øllum samskifti, sum fer fram teirra millum, uttan mun til samskiftishátt og uttan mun til um samskiftið fer fram umvegis Alfred ella ikki.
4.3. Um starvssett hjá fyritøkuni eisini meta umsøkjaran egnaðan til eitt annað starv í fyritøkuni, t.d. á eini aðrari deild ella eind, samtykkir umsøkjarin at tey kunnu framsenda umsóknina til starvssett á viðkomandi deild ella eind í fyritøkuni. Vanlig viðgerð fer hereftir fram í viðkomandi deild ella eind, og umsøkjarin kann blíva bjóðaður til eina samrøðu ella verða biðin um fleiri upplýsingar.
4.4. Umsøkjarin kann til eina og hvørja tíð taka aftur eina umsókn, við at velja hendan valmøguleikan í Alfred.
4.5. Ein umsókn er atkomilig hjá eini fyritøku í Alfred í eitt ár frá tí at umsøkjarin sendi umsóknina til fyritøkuna, uttan so at umsøkjarin strikar sína atgongd til Alfred fyrr, ella tekur aftur sína umsókn.
5. Persónupplýsingar
5.1. Upplýsingarnir, sum brúkarin nýtir til innritan, eru annaðhvørt hansara teldupostbústaður, telefonnummar saman við eini SMS sannanarkotu, ið verður send brúkaranum frá Alfred, ella samleikaupplýsingarnir sum umsøkjarin nýtir, tá hann ritar inn á sosiala miðlar. Teldupostbústaður ella telefonnummar kunnu vera varðveitt í Alfred, meðan aðrir upplýsingar til innritan ikki verða varðveittar í Alfred.
5.2. Brúkarin sjálvur hevur ábyrgdina av at goyma upplýsingar til innritan og at halda teir í trúnaði. Um brúkarin leggur merki til óvanliga nýtslu, ella at ein ikki-heimilaður persónur hevur fingið hansara innritingarupplýsingar, so er tað ábyrgdin hjá brúkaranum at taka neyðug stig, so sum at seta seg í samband við Faktor Sp/f.
5.3. Upplýsingar um brúkaran, sum hann hevur lagt inn í Alfred ella veitt umvegis atgongd til sosialar miðlar, verða goymdir elektroniskt í einum dátugrunni.
5.4. Faktor Sp/f er dátuábyrgdari hvat viðvíkir persónsdáta hjá brúkarum, herundir eisini viðvíkjandi teimum upplýsingum sum umsøkjarar veita á teirra persónliga vanga. Rættindi og skyldur í sambandi við viðgerð av persónsdáta eru lýst í Privatlívspolitikkur fyri Alfred, ið er at finna á www.alfred.fo.
5.5. Um ein umsøkjari velur at søkja starv hjá eini fyritøku, gerst fyritøkan ein óheftur dátuábyrgdari við ábyrgd fyri viðgerðini av persónupplýsingunum frá umsøkjaranum sum hann hevur atgongd til, t.d. persónliga vangan og aðrar umsóknarupplýsingar. Faktor Sp/f hevur ikki ábyrgd av, hvussu fyritøkan viðgerð persónupplýsingar frá umsøkjaranum.
6. Rættindi og avmarkingar
6.1. Alfred ehf. er høvundur til dátugrunnin og tilskilar sær øll rættindi sum høvundur til dátugrunnin í samsvari við løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt, herundir § 36 stk. 2 og §§ 49 og 71.
6.2. Brúkarin hevur skyldu til einans at veita Faktor Sp/f rættar, sannar og nøktandi upplýsingar og til at skráseta seg einans undir egnum navni.
6.3. Brúkarin átekur sær at samskifta við fyritøkur og Faktor Sp/f samsvarandi við endamálinum við nýtsluni, herundir grein 2 í hesum Nýtslutreytum, og at nýta Alfred á ein hóskandi hátt og í samsvari við góðan sið og venju. Tað er ikki loyvt at spjaða haturstalu ella ólógligt ella óhóskandi tilfar gjøgnum Alfred. Í ivamálum avgerð Alfred, hvørt tilfarið inniheldur haturstalu, er ólógligt ella óhóskandi, og tekur hóskandi stig.
6.4. Brúkarin má ikki:
6.4.1. draga úr ella endurnýta í síni heild ella partvís dátur ella upplýsingar savnaðar frá dátubásuni, við tí endamáli at gera slíkar dátur ella upplýsingar til part av øðrum dátubásum (“screen scraping”);
6.4.2. á nakran hátt endurgera ritbúnaðin sum Alfred byggir á, herundir við at taka avrit;
6.4.3. spjaða ritbúnaðin;
6.4.4. geva út ella leysgeva ritbúnaðin;
6.4.5. á nakran hátt umseta, tillaga, væla um ella broyta ritbúnaðin;
6.4.6. laða niður (reverse engineer), avkoda, taka sundur ella aðramáta royna at fáa atgongd til keldukotuna;
6.4.7. royna at bróta trygdarverjuna á skipanini ella aðramáta leypa á skipanina;
6.4.8. royna at fáa atgongd til partar av Alfred sum brúkarin ikki hevur atgongdarrættindi til, ella ikki hevur loyvi frá Faktor Sp/f til at fara inn á;
6.4.9. ovbyrja tænastuna við at brúka automatisering;
6.4.10. aðramáta brúka Alfred á ein hátt sum er ósambæriligur við endamálið, ella;
6.4.11. bróta hugverksrættindini hjá Alfreð ehf. ella undirrættindini hjá Faktor Sp/f sum loyvishavari (franchisee).
6.5. Brúkarin hevur skyldu til at boða Faktor Sp/f frá um veikleikar í trygdini á Alfred, sum brúkarin gerst varður við meðan hann nýtir Alfred.
6.6. Til tess at fyribyrgja at brúkaraatgongdin verður fyri teldusnýkaálopi (hacked) hevur brúkarin skyldu til sum minstamark:
6.6.1. at verja allar tóleindir (teldu, telefon v.m.) móti misnýtslu;
6.6.2. at stovna tryggan innritanarsamleika (loyniorð t.d.);
6.6.3. ikki at brúka innritanarsamleika sum er nýttur av triðjaparti;
6.6.4. verja sín innritanarsamleika; og
6.6.5. fyribyrgja misnýtslu av innritanarsamleikanum.
6.7. Er ein trupulleiki meðan Alfred verður nýttur, kann brúkarin seta seg í samband við Faktor Sp/f umvegis Alfred heimasíðuna (www.alfred.fo). Brúkarin skilur og góðtekur, at tað kann taka nakað av tíð hjá Faktor Sp/f at greina trupulleikan og taka avgerð um, hvussu hann verður loystur.
6.8. Brúkarin góðtekur at Faktor Sp/f kann nýta dáta sum hava samband við upplýsingar um brúkaran ella hansara starvsumsóknir, til tess at framleiða ymisk sløg av samanløgdum (aggregated) ikki-persónseyðmerkjandi upplýsingum um arbeiðsmarknaðin.
7. Ábyrgdaravmarking
7.1. Faktor Sp/f hevur ikki ábyrgd av umsóknartilgongdini ella av teimum úrslitum, sum verða rokkin við at brúka Alfred, tí umsóknartilgongdin í síni heild er ábyrgdin hjá viðkomandi fyritøku einans, og allir fyrispurningar um tilgongdina skulu stílast til viðkomandi fyritøku. Faktor Sp/f ábyrgdast ikki fyri útreiðslur ella annan kostna, sum ein umsøkjari kann vera fyri í sínum viðskifti við eina fyritøku, til dømis um fyritøkan avgerð at slíta starvsetanina, avlýsa eina starvsamrøðu, ella taka aftur eitt starvstilboð.
7.2. Umsøkjarin veitir Faktor Sp/f og fyritøkum upplýsingar og søkir størv uppá egna ábyrgd. Faktor Sp/f hevur ikki ábyrgdina av, hvussu ein fyritøka handfer umsóknir og upplýsingar sum umsøkjarin hevur latið í umsóknartilgongdini.
7.3. Faktor Sp/f ábygdast ikki um boð (notifications) frá Alfred vísa seg at vera skeiv, eru seinkað, ella brúkarin ikki móttekur tey.
7.4. Faktor Sp/f hevur ikki ábyrgdina fyri innihaldinum í starvslýsingum frá fyritøkum, ella hvørt starvslýsingar eru lógligar. Faktor Sp/f ábyrgdast ikki fyri feilum, skeivum dagfestingum, ella hvussu álítandi upplýsingarnar eru, sum fyritøkur lata, tá tær gera starvslýsingar ella seinni.
7.5. Faktor Sp/f hevur onga ábyrgd av innihaldinum í starvssáttmálum ella hvørt setan av einum starvsfólki er í samsvari við lóggávuna, t.d. hvørt setanin er í samsvari við viðkomandi arbeiðsmarknaðarlóggávu, lóggávu um javnstøðu millum kvinnur og menn, lóggávu um arbeiðsumhvørvi, herundir ásetingarnar í lóg um arbeiðsumhvørvi um børn og ung undir 18 ár.
7.6. Faktor Sp/f ábyrgdast ikki fyri ampa, vansum ella skaða sum fylgju av ólagi ella breki í Alfred, so sum mekanisk brek, tøkniligar feilir, feilir orsakað av dagføring av ritbúnaði, feilir í ritbúnaði, dagføring av skipanum, brek í stýriskipanum, netskipanum ella telesamskiftisskipanum, ella av avbroti í tænastunum á Alfred orsakað av streymsliti ella órógv í teletænastum.
7.7. Faktor Sp/f ábyrgdast ikki fyri tvingandi ella ótemjandi umstøður (force majeure) sum kunnu gera, at tænasturnar á Alfred ikki eru atkomuligar, so sum avgerðir hjá landsins myndugleikum, náttúruvanlukkur, verkføll (herundir verkføll, ið eru fráboðað frammanundan), verkbann, uppreistur, ófriður, vandalisma, terrorisma ella kríggj, ella aðrar samsvarandi hendingar sum Faktor Sp/f ikki kann fyribyrgja ella hava tamarhald á við rímiligum tiltøkum.
7.8. Um Alfred er raktur av ólagi ella niðritíð, kann tænastan gerast fyribils ótøk hjá brúkaranum, uttan at brúkarin harvið fær rætt til endurgjald.
7.9. Brúkarin er tilvitaður um og góðtekur ábyrgdaravmarkingarnar í hesi grein 7, stk. 7.1 - 7.9.
8. Hugverksrættur
8.1. Alt tilfar í Alfred, á heimasíðuni hjá Alfred, www.alfred.fo, og á Alfred Jobs appini, so sum sniðgeving, tekstur, grafikkur, myndir, fotomyndir, informatión, vørumerki ið hoyra til Alfred, tekin, telduforrit, keldukota, dátugrunnar og annað hugverk eru einans ogn hjá Alfred ehf. ella tess samstarvsfeløgum og dótturfeløgum, og eru vard av lóggávu um upphavsrætt (copyright) og hugverksrætt (intellectual property rights). Óheimilað nýtsla, herundir avritan, duplikering ella spjaðing av hesum tilfarinum í síni heild ella partvís, kann vera lógarbrot, og er ikki loyvd uttan samtykki frá Alfreð ehf. ella tess samstarvsfeløgum og dótturfeløgum. Góðtøka av hesum Nýtslutreytum og nýtsla av Alfred skapar ikki samtykki frá Alfreð ehf. ella tess samstarvsfeløgum og dótturfeløgum til ein brúkara ella fyritøku at nýta upprunarættindi til hugverk á nakran hátt, annað enn tað sum er neyðugt til tess at søkja størv ella bjóða størv út gjøgnum Alfred og at viðgera starvsumsóknir.
9. Brot á Nýtslutreytirnar
9.1. Um brúkari fremur álvarslig brot á hesar Nýtslutreytir ella misnýtir Alfred á nakran hátt, tilskilar Faktor Sp/f sær rætt til uttan ávaring at steingja atgongdina hjá brúkaranum til Alfred og til at lata persónliga vangan hjá umsøkjaranum aftur fyribils ella varandi ella til at taka onnur hóskandi stig. Tað sama ger seg galdandi, um brúkarin ber seg ólógliga ella óhóskandi at.
9.2. Tað verður altíð mett sum eitt álvarsligt brot á hesar Nýtslutreytir, um brúkarin:
9.2.1. sendir ella á annan hátt deilir upplýsingar í stríð við lóggávu ella hesar Nýtslutreytir ella sum kunnu skaða góðvild ella umdømið hjá Alfred ella Faktor Sp/f;
9.2.2. fremur brot á skyldurnar sum eru ásettar í grein 6;
9.2.3. stovnar ein persónligan vanga í Alfred, sum er grundaður á óheimilaða skráseting, t.d. fyri ein persón sum ikki er til, ella nýtir upplýsingar frá triðjaparti uttan samtykki frá viðkomandi triðjaparti;
9.2.4. spjaðir haturs, ólógligt ella óhóskandi tilfar gjøgnum Alfred.
9.3. Faktor Sp/f tilskilar sær rætt til uttan ávaring at beina burtur alla haturstalu, ólógligt ella óhóskandi tilfar frá Alfred.
9.4. Um tað er illgruni um, at brúkarin hevur tikið lut í ólógligum virksemi, tilskilar Faktor Sp/f sær rætt til at fráboða hetta til avvarandi myndugleikar.
10. Broytingar í Nýtslutreytunum
10.1. Faktor Sp/f tilskilar sær rætt til at broyta í Nýtslutreytunum, sum tørvur er á. Faktor Sp/f vil fráboða broytingar í Nýtslutreytunum við at senda eina fráboðan (notification) til teldupostbústaðin hjá umsøkjaranum ella umvegis eina fráboðan, sum kemur fram tá brúkarin næstu ferð ritar inn, og við at gera nýggju Nýtslutreytirnar tøkar á heimasíðuni hjá Alfred, www.alfred.fo. Um brúkarin ikki havnar broytingunum í Nýtslutreytunum innan 15 dagar frá at hava fingið fráboðan á ein av teimum hættum sum eru lýstir omanfyri, verður hann mettur at hava góðtikið broyttu Nýtslutreytirnar. Um brúkarin havnar broyttu Nýtslutreytunum innan nevnda tíðarskeið, verður hetta javnmett við uppsøgn av tænastunum frá Alfred við 15 daga ávaring.
11. Uppathald
11.1. Umsøkjarin hevur rætt til at uppsiga tænasturnar frá Alfred, um hann ikki longur ynskir at nýta Alfred. Í slíkum føri skal umsøkjarin strika sín persónliga vanga, sum merkir at alt umsóknartilfar verður strikað á Alfred.
11.2. Faktor Sp/f hevur rætt til at uppsiga tænasturnar frá Alfred við 15 daga varningi, at rokna frá tí degi sum umsøkjarin móttekur fráboðanina um uppsøgnina.
11.3. Uppsøgn av tænastunum frá Alfred úrslitar í, at persónligi vangin og alt umsóknartilfar verður latið aftur og strikað.
11.4. Ásetingar, sum eru ætlaðar at galda longur, sjálvt eftir at tænastan frá og nýtslan av Alfred er hildin uppat, verða verandi í gildi. Serstakliga eru ásetingarnar í greinunum 1, 4.2, 5, 6.1, 6.3, 6.4, 7, 8, 11.4, 13, 14 og 15 framvegis í gildi hóast uppathaldið.
12. Eigaraskifti
12.1. Við at nýta Alfred samtykkir brúkarin, at ognarrætturin til Alfred, og/ella Faktor Sp/f, saman við øllum teimum upplýsingum sum Alfred hevur, kann blíva fluttur heilt ella partvís til ein triðjapart, uttan staðiligt samtykki frá brúkaranum. Tað sama er galdandi fyri eina og hvørja aðra løgliga eigarabroyting í Alfred, ella Faktor Sp/f. Flyting av ognarrættinum ella ein og hvør onnur løglig eigarabroyting viðvíkjandi Alfred, ella Faktor Sp/f, heilt ella partvís, ávirkar ikki gildið av Nýtslutreytunum ella rættindi og skyldur hjá pørtunum sambært Nýtslutreytunum. Ein og hvør tilvísing til Alfred ella Faktor Sp/f í Nýtslutreytunum, skal vera ein tilvísing til skipanina ella løgfrøðiliga persónin Faktor Sp/f, við teimum eigarum sum eru til hvørja tíð.
13. Lóggáva og løgdømi
13.1. Rættindi og skyldur hjá sáttmálapørtunum viðvíkjandi at nýta Alfred ella sum stava frá hesum Nýtslutreytum eru undirløgd føroyskari lóggávu.
13.2. Um ein træta uppstendur millum partarnar viðvíkjandi nýtsluni av Alfred ella hesum Nýtslutreytunum, skal ein slík træta leggjast fyri Føroya Rætt í Tórshavn, uttan at annað er ásett.
14. Tungumál
14.1. Nýtslutreytirnar eru á føroyskum og enskum. Allar skyldur hjá Faktor Sp/f mótvegis brúkaranum sambært Nýtslutreytunum, skulu útinnast á føroyskum ella enskum, sum Faktor Sp/f ynskir tað. Eru frávik í málsligu útgávunum, er tann føroyska galdandi framum tað ensku.
15. Samskifti
15.1. Alt samskifti millum partarnir skal vera á føroyskum ella enskum, fyrst og fremst elektroniskt umvegis Alfred ella teldupostbústaðin, sum er ásettur á heimasíðuni hjá Alfred, www.alfred.fo.
15.2. Um ásetingar í Nýtslutreytunum ella í lóggávu ítøkiliga krevja skriftligt samskifti, so er skriftligt samskifti á pappíri ikki neyðugt um Faktor Sp/f hevur skipað so fyri, at brúkarin kann samskifta skriftliga við einfaldari elektroniskari undirskrift, umvegis teldupostbústaðin hjá brúkaranum, ella umvegis Alfred.
16. Gildistíð
16.1. Hesar Nýtslutreytir eru útgivnar av Faktor Sp/f og eru galdandi frá og við 22. september 2022 at rokna.