SMS
SMS
SMS

Vit leita eftir einum eldhugaðum skrivstovunæmingi!

Kundi tú hugsa tær at byrja tína yrkisleið við eini skrivstovuútbúgving? Vit bjóða tær ein spennandi møguleika at gerast partur av okkara toymi á høvuðsskrivstovuni hjá P/F SMS.

Hvat kanst tú vænta tær? Sum skrivstovulærlingur fært tú innlit í allar tættir av fyrisiting, búskap, tolling og nógv annað. Tú lærur at arbeiða við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniørkum og ymiskum KT-skipanum, alt meðan tú mennir tínar samskiftisførleikar við viðskiftafólk, bæði munnliga og skrivliga.

Í lærutíðini kemur tú millum annað at fáast við hesar uppgávur:

  • Skráseta skjøl, bóka og gjalda fakturar

  • Telefonavgreiðsla og samskifti við kundar og starvsfelagar

  • Senda fakturar út og skráseta inngjøld

  • Gera mánaðaruppgerðir, stemma banka og kreditorar av

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur góðar samskiftisførleikar bæði munnliga og skrivliga

  • Arbeiður skipa og ábyrgdarfult

  • Hevur áhuga fyri at læra og menna teg

  • Hevur góðar telduførleikar

Vit bjóða:

  • Skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting

  • Eitt mennandi og vælvirkandi arbeiðsumhvørvi

  • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning

  • Góðar starvsfólkaágóðar

Útbúgvingin tekur millum 2 og 4 ár, og verður lærutíðin roknað eftir, um tú hevur nakra miðnámsútbúgving frammanundan. Tú kemur at skifta ímillum verkliga læru á skrivstovuni og skúlagongd á Glasir í Havn.

Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú senda okkum tína umsókn, saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum, til okkum í seinasta lagi 23. juli 2025 á midnátt.

Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á telefon 218861.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær :-)

Lýsing er stovnað8. July 2025
Umsóknarfreist23. July 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki