Fjarskiftiseftirlitið
Fjarskiftiseftirlitið
Fjarskiftiseftirlitið

Vilt tú verja Føroyar?

Fjarskiftiseftirlitið skal mennast til eisini at fevna um ein nettrygdarstovn. Sum fyrsta stig í hesum fer Fjarskiftiseftirlitið í næstum undir at fremja portraskanningar og skráseting av kritiskum infrakervi í Føroyum.

Í tí sambandi tørvar okkum ein starvsfelaga, sum fyrst og fremst skal luttaka í arbeiðinum at skráseta kritiskt infrakervi, men annars kemur at luttaka í øllum fyrifallandi uppgávum á eftirlitinum.

Krøv til útbúgving og førleikar
  • Tann vit sóknast eftir er ein ígongdsetari, ið dugir væl at samskifta og fyriskipa og hevur gott tøkniligt innlit.
  • Royndir innan verkætlanarleiðslu og samskipan, royndir við dátuinnsavnan, skipan og greining av dátum, og royndir innan nettrygd, eru ein fyrimunur.
  • Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving á bachelor ella embætisstigi, men tað er ikki ein treyt.

Tann ið settur verður má hava reina revsiváttan, og vera sinnaður at søkja um trygdargóðkenning á støði "Loyniligt (Nato Secret)". Tað er ein treyt fyri setanini, at viðkomandi fær og varðveitir trygdargóðkenningina í starvstíðini.

Lýsing er stovnað22. May 2024
Umsóknarfreist17. June 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroysktSera góður
EnsktEnsktSera góður
DansktDansktSera góður
Stað
20 Skálatrøð, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.FyriskipanPathCreated with Sketch.ToymisarbeiðiPathCreated with Sketch.Tøkniligir førleikarPathCreated with Sketch.UndirvísingPathCreated with Sketch.Vandagreining
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)