Tjóðpallur Føroya
Tjóðpallur Føroya
Tjóðpallur Føroya

Vilt tú vera við til at mynda Tjóðpall Føroya?

Tjóðpallur Føroya leitar eftir einum framleiðara

Um starvið:

Framleiðarin hevur ábyrgdina av at leiða, skipa og fremja framførslur og virksemi, sum fara fram á Tjóðpalli Føroya. Framleiðarin hevur ábyrgd av øllum frá at fylgja við fíggjarætlanum og leiða framleiðslufundir, til at svara fyrispurningum frá ymsu starvsbólkunum, sum eru við í framleiðsluni.

Tjóðpallur Føroya er ein lítil stovnur, har øll starvsfólk mugu taka eina hond í, har tørvur er á tí, og tí er fleksibilitetur í mun til arbeiðsuppgávurnar týdningarmikil. Roknast má eisini við, at aðrar fyriskipanaruppgávur enn framleiðsla kunnu koma fyri.

Kvøld- og vikuskiftisarbeiði má væntast. Og tað verður nakað av ferðing. Framleiðarin vísir til leikhússtjóran.

Uppgávur:

  • Verkætlanarstýring og verkætlanararbeiði á leikuppsetingum og øðrum verkætlanum.

  • Fíggjarlig uppfylging av framførslum og øðrum virksemi/verkætlanum á Tjóðpallinum.

  • Uppfylging og skipan av framførslunum hjá leikhúsinum

  • Fylgja upp og vera sambindingarlið millum framleiðsluna og sjónleikarar og onnur fríyrkisfólk undir verkætlanartíðarskeiðunum

  • Skipan, venjing og uppfylging av Front of House, tøkniligum avviklarum o.ø.

  • Fyrireiking og framførsla av leikferðum

  • Umsóknarskriving og frágreiðingar eftir lidnar verkætlanir

  • Arbeiði sum pallstjóri/sýningarleiðari

  • Annað umsitingarligt og fyrifallandi arbeiði

Persónligir eginleikar og førleikar

  • Tú ert skipað/ur, loysnarorienterað/ur og hevur góðan førleika at føra uppgávur á mál.

  • Tú hevur góðar samstarvsførleikar, og tær dámar at arbeiða tvørtur um faklig umhvørvi

  • Ert trygg/ur í leiklutinum sum samskipari og leiðari av arbeiðsgongdum og hevur førleikan at vera greið/ur, tá tørvur er á tí.

  • Tú megnar at taka tær av fleiri uppgávum samstundis og at varðveita yvirlitið í tíðarskeiðum, tá nógv hendir í senn.

  • Tú ert sjálvstøðug/ur, ágrýtin og ábyrgdarfull/ur og hevur stóran arbeiðskapasitet

Fakligir førleikar

  • Viðkomandi hægri útbúgving innan framleiðslu av framførandi listargreinum, mentanarfyrisiting ella samsvarandi

  • Viðkomandi royndir kunnu standa í staðin fyri formliga útbúgving

  • Royndir við leikhúsframførslum ella samskipan av øðrum mentanarligum framførslum ella stórum tiltøkum

  • Vitan um fíggjarviðurskifti og royndir við uppfylging av fíggjarætlanum

  • Góða skipanarliga fatan og góðar leiðsluførleikar.

  • Megnar at samskifta væl munnliga og skrivliga á føroyskum/skandinaviskum og enskum

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum

  • Eitt arbeiðspláss í stórari menning

  • Avbjóðandi og fjølbroytt arbeiði í einum skapandi umhvørvi

Um arbeiðsplássið:

Tjóðpallur Føroya er tjóðarleikhúsið í Føroyum. Vit framleiða umleið fýra leikuppsetingar um árið og eru sum einasta framleiðandi leikhúsið innan yrkisleiklist í Føroyum ein virkin partur í føroyska mentanarlívinum.

Starvsupplýsingar

Starvið sum framleiðari verður lønt sambært avtalu millum fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag.

Um tú ynskir meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Harald Thompson Rosenstrøm við telduposti [email protected] ella við fartelefon +298 515033.

Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella skjótast, til ber, eftir hetta.

Lýsing er stovnað5. november 2026
Umsóknarfreist25. november 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Margarinfabrikkin, 9 Tórsgøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki