

Vilt tú gera mun hvønn einasta dag?
Vit leita eftir einum deildarleiðara, sum hevur hjarta fyri heimabúgvandi borgarum og vil leiða við ágrýtni, nærveru og fakligari dýpd.
Vesturvón bjóðar tær eitt spennandi høvi at gerast partur av eldhugaða leiðslutoyminum á eldraøkinum í Vágum. Sum deildarleiðari kemur tú at hava ein týðandi leiklut í at tryggja dygdargóðar og mennandi tænastur til heimabúgvandi borgarar – í tøttum samstarvi við dugnalig starvsfólk og fakbólkar.
Talan er um eitt farloyvisstarv í fullum starvi frá 1. september 2025 til 31. august 2026, har tú sleppur at brúka og menna tínar leiðsluførleikar og gera veruligan mun í einum gevandi gerandisdegi.
Hjá Vesturvón fært tú møguleikan at:
- Leiða eitt tvørfakligt toymi av heimahjálparum og heimasjúkrarøktarfrøðingum
- Ávirka menningina av tænastum til heimabúgvandi borgarar
- Gera mun fyri bæði starvsfólk og brúkarar hvønn dag
- Verða partur av einum leiðslunetverki við fýra øðrum deildarleiðarum og góðum fakligum sparring
Um starvið
Sum deildarleiðari fært tú fakliga, fyrisitingarliga og starvsfólkaliga ábyrgd av tænastunum til heimabúgvandi borgarar.
Tú kemur at leiða:
- Toymið, sum arbeiðir á útiøkinum
- Heimahjálparabólkin
- Heimasjúkrarøktarfrøðingar
Arbeiðið fevnir um dagliga leiðslu, menning, dygdartrygd, samstarv tvørtur um fakbólkar, og at tryggja, at tænasturnar liva upp til lógarkrøv og fakligar standardir.
Vit vænta okkum av tær
- Tú hevur áræði at leiða og er ein faklig fyrimynd
- Tú dugir at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga og tvørfakliga arbeiðið
- Tú hevur nærlagni og dugir at samskipa
- Tú raðfestir trivnað, arbeiðsgleði og dygd í øllum arbeiðinum
Tú skalt duga at samstarva tvørtur um deildir og hava ein virknan leiklut í at menna tænasturnar hjá Vesturvón, so tær gerast so góðar sum gjørligt – fyri bæði borgarar og starvsfólk.
Førleikakrøv
- Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Royndir ella áhuga fyri leiðslu- og fyrisiting
- Kunnleiki til viðkomandi lóggávu og standardir á eldraøkinum
- Telduførleiki á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, sum verða brúktar á økinum
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um farloyvisstarv í fullum starvi (1,0) frá 1. september 2025 til 31. august 2026, ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er Heimið á Sýnuni í Miðvági.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Soleiðis søkir tú
Send umsókn, prógv, C.V. og viðkomandi skjøl til: vesturvon@vesturvon.fo í seinasta lagi 19. august 2025 kl. 12.00
Hevur tú spurningar?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband viðJóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 965710
