

Verkfrøðingur
Vit hava fleiri spennandi verkætlanir og avbjóðandi uppgávur til ein verkfrøðing. Tú kemur at virka í eini framkomnari fyritøku, sum brennir fyri at vera fremst, har dygd, trygd og trivnaður eru lyklaorðini í daglig degnum.
Um tú er klár/ur til at koma ígongd við yrkisleiðina ella tú ynskir at menna teg víðari á yrkisleiðini við royndum frá sum verkfrøðingur, so hava vit rætta starvið til tín. Vit bjóða tær uppgávur, sum passa til tín, tú fær góðar starvsfelagaðar til at samstarva við og møguleikarnir at førleikamenna teg bæði fakliga og persónliga eru góðar. Sí meira um starvið niðanfyri.
Arbeiðsøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
- Nøgdarútrokning.
- Dokumentatión av gjørdum arbeiði og máting.
- Ráðgeva og stuðla verkætlanum.
- Aðrar uppgávur eftir tørvi.
- Dataviðgerð og maskinstýring.
- Uppmáting, avseting og modelering.
Tín vangamynd
- Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.
- Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði. Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki, tó ikki eitt krav.
- Tú hevur góðar matmatiskar førleikar.
- Tú hevur kunnleika til kt-skipanir so sum MS-Office og AutoCad Civil3D.
- Tað er ein fyrimunur, at tú hevur arbeitt í byggi- og/ella verklagsvinnuni, tó ikki eitt krav.
Vit bjóða
Eitt gott arbeiðsumhvørvi, har vit millum annað hava fokus á digitalisering, burðardygd, førleikamenning og ikki minst at tú skipar tín dag sjálv/ur saman við starvsfeløgunum og leiðslu. Tú kemur at virka í einum toymi av dugnaligum starvsfólki og leiðslu.
Tú er altið vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar til starvið.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.