Verkætlanarleiðari
Verkætlanarstarvsfólk til vitanarsporið “Vitanarmenning og gransking” í Barnaverkætlanini
Um Barnaverkætlanina
Hetta er ein einastandandi møguleiki at verða partur í eini nýskapandi tilgongd, sum hevur sum endamál at loysa avbjóðingar á barna- og ungdómsøkinum gjøgnum tvørgangandi samstarv og felags átøk, sum verða skipað og ment gjøgnum Barnaverkætlanina í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Samstarvið umfatar allar geirar og øki, sum hava við børn og ung at gera.
Um vitanarsporið “Vitanarmenning og gransking”
Vitanarsavnan og -menning verður skipað í einum serstøkum vitanarspori í Barnaverkætlanini, og verður framt í tøttum samstarvi við einum komandi depli fyri barna- og ungdómsgransking á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er tí ein partsverkætlan í heildarverkætlanini.
Endamálið er at skapa eina víðfevnda og nágreiniliga fatan av verandi viðurskiftum, avbjóðingum og møguleikum á barna- og ungdómsøkinum í Føroyum. Dentur verður lagdur á skipaða gransking og greining, sum røkkur frá kanningum av altjóða broytingartilgongdum til gjølla eftirmeting av núverandi føroyskari lóggávu og praksis. Samstarv verður við føroyskar og útlendskar serfrøðingar til tess at tryggja, at umskipanararbeiðið bæði byggir á próvfasta vitan og verður lagað til føroysk viðurskifti. Vitanarsporið fevnir í 2024-2025 um hesi høvuðsátøk:
-
“Baseline”: Grundkanna lívið og menningarkor hjá børnum og ungum
-
Kortleggja vitan um lívið og menningarkor hjá føroyskum børnum og ungum
-
Yvirlit yvir lóggávuna og tilmæli um lógarbroytingar
-
Yvirlit yvir rættindi hjá børnum og ungum og tilmæli um nýggjan rættindapolitikk
-
Samstarvsgreining og tilmæli um nýggjan bygnað, samstarv og netverk
Ábyrgd og høvuðsuppgávur
Verkætlanarleiðarin – fulltíðarstarv:
Sum verkætlanarleiðari við granskingarførleikum hevur tú ábyrgd av at taka stig til at fyrireika, at fremja og eftirmeta granskingar- og greiningarátøk í vitanarsporinum.
Tín serstaka ábyrgd er at menna eitt fullfíggjað yvirlit yvir ta vitan, sum er um barna- og ungdómsøkið í Føroyum. Yvirlitið skal skipast í eini frágreiðing, sum vísir, hvat vit vita um føroysk børn og ung. Eisini skal ein greiningarætlan mennast yvir data, sum enn ikki er skipað og greinað.
Arbeiðið skal mennast saman við einum komandi depli fyri barna- og ungdómsgransking á Fróðskaparsetri Føroya. Staðsetingin er í
hølunum hjá Barnaverkætlanini í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Førleikar
Umsøkjarin skal í minsta lagi hava hægri útbúgving á kandidat ella masterstigi. Hagfrøðingur, KT verkfrøðingur ella líknandi. Umsøkjarin skal kunna samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum, umframt at kunna samstarva í einum breiðum toymi umboðandi fleiri fakøki.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:
-
Kunnleika til at innsavna og vísa
data/vitan í databasum
-
royndir við arbeiði við stórum og
ymiskum datasettum
-
granskingar- ella kanningarroyndir
-
góðar førleikar at nýta forrit til
greiningar av stórum datasettum
-
góðar hagfrøðiligar førleikar
-
góð samskiftis- og samstarvsevni
-
Leiðslu- /verkætlanarleiðsluroyndir
Vit bjóða tær
Leiðandi og samskipandi leiklut í vitanarsporinum “Vitanarmenning og gransking”, sum er eitt av teimum fýra menningarsporunum í Barnaverkætlanini. Í samstarvi við verkætlanartoymið fyri Barnaverkætlanina skulu tit tryggja, at málini í vitanarsporinum verða rokkin, og harvið vera við til at fáa samlaðu verkætlanina at røkka sínum málum.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni. 2025, við góðum møguleikum fyri at leingja setanina antin í Barna- og útbúgvingarmálaránum ella á Fróðskaparsetrinum treytað av fígging. Framhaldandi gransking á ph.d.-støði ella post-doc kann møguliga knýtast at størvunum.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarmyndugleikin er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hýsir verkætlanini í Smæruni.
Starvið hevur tilvísing til Barna- og útbúgvingarmálaráðið (starvsfólkaábyrgd), Barnaverkætlanina (uppgávuábyrgd) og framtakseindina á setrinum (granskingarábyrgd). Miðað verður ímóti, at starvið verður sett tann 1. november 2024.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til:
Barna- og útbúgvingarmálaráðið J. H. Schrøtersgøtu 7,
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við telduposti til: bumr@bumr.fo
Umsóknin skal verða Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. oktober 2024. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Steinbjørn Hardlei, verkætlanarleiðara fyri Barnaverkætlanini, á tlf. 512166, ella t-post shardlei@bumr.fo. Áhugað kunnu lesa meira um Barnaverkætlanina á heimasíðu ráðsins bumr.fo