Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Verkætlanarsamskipari

Avbjóðandi og spennandi starv sum verkætlanarsamskipari, við granskingarførleikum, er leyst at søkja

Um Barnaverkætlanina

Hetta er ein einastandandi møguleiki at verða partur í eini nýskapandi tilgongd, sum hevur sum endamál at loysa avbjóðingar á barna- og ungdómsøkinum gjøgnum tvørgangandi samstarv og felags átøk, sum verða skipað og ment gjøgnum Barnaverkætlanina í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Samstarvið umfatar allar geirar og øki, sum hava við børn og ung at gera.

Um vitanarsporið “Vitanarmenning og gransking”

Vitanarsavnan og -menning verður skipað í einum serstøkum vitanarspori í Barnaverkætlanini, og verður framt í tøttum samstarvi við einum komandi depli fyri barna- og ungdómsgransking á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er tí ein partsverkætlan í heildarverkætlanini.

Endamálið er at skapa eina víðfevnda og nágreiniliga fatan av verandi viðurskiftum, avbjóðingum og møguleikum á barna- og ungdómsøkinum í Føroyum. Dentur verður lagdur á skipaða gransking og greining, sum røkkur frá kanningum av altjóða broytingartilgongdum til gjølla eftirmeting av núverandi føroyskari lóggávu og praksis. Samstarv verður við føroyskar og útlendskar serfrøðingar til tess at tryggja, at umskipanararbeiðið bæði byggir á próvfasta vitan og verður lagað til føroysk viðurskifti. Vitanarsporið fevnir í 2024-2025 um hesi høvuðsátøk:

  1. “Baseline”: Grundkanna lívið og menningarkor hjá børnum og ungum

  2. Kortleggja vitan um lívið og menningarkor hjá føroyskum børnum og ungum

  3. Yvirlit yvir lóggávuna og tilmæli um lógarbroytingar

  4. Yvirlit yvir rættindi hjá børnum og ungum og tilmæli um nýggjan rættindapolitikk

  5. Samstarvsgreining og tilmæli um nýggjan bygnað, samstarv og netverk

Ábyrgd og høvuðsuppgávur

Verkætlanarsamskiparin - hálvtíðarstarv

Sum verkætlanarsamskipari luttekur tú við tilvísing til verkætlanarleiðaran í vitanarsporinum í sambandi við nevndu uppgávur hjá verkætlanarleiðaranum

Tín serstaka ábyrgd er at sniðgeva og menna grundkanningina (“Baseline”), sum er at kanna trivnaðin og heilsustøðina hjá føroyskum børnum og ungum).

Kanningarskipanin skal setast í verk í seinnu helvt í 2024 og skal síðan fremjast annaðhvørt ár.

Kanningarskipanin skal mennast saman við einum komandi depli fyri barna- og ungdómsgransking á Fróðskaparsetri Føroya.

Staðsetingin er í hølunum hjá Barnaverkætlanini. í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Førleikar

Verkætlanarsamskiparin

Umsøkjarin skal í minsta lagi hava hægri útbúgving á kandidat ella masterstigi. Fólkaheilsufrøðingur, hagfrøðingur ella líknandi Umsøkjarin skal kunna samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum, umframt at kunna samstarva í einum breiðum toymi umboðandi fleiri fakøki.

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • kunnleika til/og ella royndir við

    kvantitativari gransking

  • royndir við spurnarkanningum og

    stórum datasettum

  • granskingarroyndir- og

    kanningarroyndir

  • góðar førleikar at nýta forrit til

    greiningar av stórum datasettum

  • góðar hagfrøðiligar førleikar

  • góð samskiftis- og samstarvsevni

Vit bjóða tær

Leiðandi og samskipandi leiklut í vitanarsporinum “Vitanarmenning og gransking”, sum er eitt av teimum fýra menningarsporunum í Barnaverkætlanini. Í samstarvi við verkætlanartoymið fyri Barnaverkætlanina skulu tit tryggja, at málini í vitanarsporinum verða rokkin, og harvið vera við til at fáa samlaðu verkætlanina at røkka sínum málum.

Setanar- og lønartreytir
Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni. 2025, við góðum møguleikum fyri at leingja setanina antin í Barna- og útbúgvingarmálaránum ella á Fróðskaparsetrinum treytað av fígging. Framhaldandi gransking á ph.d.-støði ella post-doc kann møguliga knýtast at størvunum.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarmyndugleikin er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hýsir verkætlanini í Smæruni.

Starvið hevur tilvísing til Barna- og útbúgvingarmálaráðið (starvsfólkaábyrgd), Barnaverkætlanina (uppgávuábyrgd) og framtakseindina á setrinum (granskingarábyrgd). Miðað verður ímóti, at starvið verður sett tann 1. november 2024.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Barna- og útbúgvingarmálaráðið J. H. Schrøtersgøtu 7,
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella við telduposti til: bumr@bumr.fo

Umsóknin skal verða Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. oktober 2024. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Steinbjørn Hardlei, verkætlanarleiðara fyri Barnaverkætlanini, á tlf. 512166, ella t-post shardlei@bumr.fo. Áhugað kunnu lesa meira um Barnaverkætlanina á heimasíðu ráðsins bumr.fo

Lýsing er stovnað12. September 2024
Umsóknarfreist7. October 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki