Barnahúsið Sellin
Barnahúsið Sellin
Barnahúsið Sellin

Varaleiðari til Barnhúsið Sellan og Frítíðarstovuna Varðan á Skála

Søkt verður eftir varaleiðara til Barnhúsið Sellan og Frítíðarstovuna Varðan at byrja 15. sept ella skjótast tilber. Starvið er fyribils tíðaravmarkað til 31. august 2027.

Um okkum:
Barnhúsið Sellin er dagstovnatilboð fyri børn í aldrinum 0-6 ár, meðan Frítíðarstovan Varðin er eitt frítíðartilboð til børn í forskúla og skúlaaldri. Á stovnunum ganga í alt 85 børn.

Um starvið:
Sum varðaleiðari kemur tú at hava námsfrøðiligar og fyrisitingarligar uppgávur. Eisini røkir tú leiðsluuppgávur, tá leiðarin er burturstaddur.

Starvið er 40 tímar um vikuna, harav 20 tímar eru settir av til leiðsluuppgávur.  Arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 07.30 - 17.00.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, á lønarstigi 11-22, + 2 lønarstig.

Vit vænta, at tú:

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur

  • Hevur áhuga í og ert før/ur fyri at taka leiðsluábyrgd eftir tørvi

  • Dámar at arbeiða við børnum 0-9 ár

  • Er fakliga tilvitað/ur, og hevur hug at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

  • Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum og kveikjandi upplivingum í einum tryggum umhvørvi

  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Vit bjóða:

Eitt arbeiðspláss, sum vil menna og arbeiða eftir dygdargóðari námsfrøði

  • Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskar aktivitetir

  • Tíð til leiðsluuppgávur

  • Fyrireikingartíð

Tað praktiska:

Hvar: Send umsókn og viðkomandi skjøl umvegis alfred.fo

Umsóknarfreist: 1. sept 2026

Spurningar? Ring til Sonju Einarsdóttir, leiðara, á tlf. 212252.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Lýsing er stovnað17. august 2026
Umsóknarfreist1. september 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Gerðisgøta 5
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki