North Risk Tryggingarmekling
North Risk Tryggingarmekling
North Risk Tryggingarmekling

Tryggingarráðgevi við fokus á kundatænastu og sølu

Kom og gerst partur av spennandi fyritøku, sum veitir tryggingarráðgeving til føroyskt vinnulív á altjóða støði!

Vit leita eftir einum tryggingarráðgeva, sum hevur hug at vera við til at broyta føroyska tryggingarmarknaðin, og skapa størri kapping til gagns fyri okkara kundar, sum einamest eru størri føroyskar vinnufyritøkur.

  • Trívist tú í einum skiftandi gerandisdegi, har fokus er á at finna bestu og bíligastu tryggingarloysnina til okkara kundar?
  • Ert tú álitisvekjandi, ágrítin og íleggin, og megnar tú at fimla við fleiri bóltum í senn?
  • Ert tú til dystin fús tá á stendur og nógv er at gera, og kundi tú hugsað tær at gjørst partur av minni felagið, har stutt er millum avgerð og verk?
  • Dugir tú at arbeiða skipað og trívist tú í einum arbeiði, har næstan eingin dagur er tann sami?

So les víðari og send okkum eina umsókn.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Tú kemur fyrst og fremst at hava ábyrgd fyri kundaráðgeving og røkt av verandi kundum. Harnæst inniber arbeiðið eisini sølu.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Greinatryggingartørv hjá kundanum
  • Ráðgeving og sparring um tryggingarviðurskifti kundans
  • Samskifti og samráðingar við føroysk og útlendsk tryggingarfeløg
  • Skipa og fremja tryggingarútboð millum føroysk og útlendsk tryggingarfeløg
  • Skaðaráðgeving
  • At virka sum bindilið millum kundan og tryggingarfeløg
  • Leita upp nýggjar kundar, og luttaka í sølufremjandi tiltøkum
Krøv til útbúgving og førleikar

Tann rætti umsøkjarin hevur hollar royndir innan og góðan kunnleika til vinnutrygging sum heild, eitt nú:

  • At greina tryggingartørv
  • At veita viðkomandi tryggingarráðgeving
  • At veita góða kundarøkt
  • Góður miðlari av fløktum spurningum
  • Góðar sosialar førleikar
  • Setur kundan í hásæti
  • Tekur ábyrgd og kann arbeiða sjálvstøðugt, uttan at gloyma at saman koma vit eisini væl fram.

Tú skalt í minsta lagi hava prógv á støði 4 frá Tryggingarháskúlanum. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú ert í gongd við at útbúgva teg til / ert útbúgvin tryggingarmeklari.

Ágóðar við starvinum

Vit bjóða eitt spennandi starv í einum fakliga avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, og um tørvur er á tí er tað sjálvandi møguligt at víðariútbúgva seg.

Starvið er eitt fulltíðarstarv, lønt sambært førleikum.

Lýsing er stovnað5. July 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki