Trý eftirlitsfólk til matvørudeildina
Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir trimum eftirlitsfólkum til matvørudeildina. Talan er um tvey føst størv og eitt tíðaravmarkað starv í eitt ár.
Matvørudeildin
Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni arbeiðir fyri at:
- tryggja brúkarunum heilsugóðar matvørur við góðari góðsku
- verja brúkararnar móti villleiðing, eitt nú ovurrós í sambandi við marknaðarføring av matvørum v.m.
- fremja heilsugóðar matarvanar og soleiðis gera sítt til at tryggja matvøruframleiðarum og handilsfólkum rímiligar og einsháttaðar treytir
- fremja føroyskan matvøruútflutning.
Hetta verður gjørt við einum við einum virknum almennum eftirliti av øllum matvøruliðum í framleiðslu og umsetningi av matvørum.
Í løtuni eru umleið 750 støð kring alt landið, sum matvørudeildin hevur eftirlit við. Deildin hevur harafturat eftirlit við inn- og útflutningi av mati og fremur yvirvøku av fiski og vatni.
Á matvørudeildini arbeiða 12 fólk við ymiskum útbúgvingum og fakligum førleikum.
Sum eftirlitsfólk skalt tú gera eftirlit á løggildum eindum og viðgera umsóknir um løggildingar. Eindirnar fevna breitt, frá stórum virkjum og skipum til matstovur og smáar handlar. Harafturat er sýnistøka og sýnisfyrireiking av matvørum partur av eftirlitsuppgávuni.
Í næstum verður ein nýggj skipan sett á stovn, sum eitur Brá og hetta verður eisini partur av arbeiðinum hjá matvørudeildini.
Tú fert eisini at svara fyrispurningum frá borgarum um nýtt virksemi, klagur o.a., og vera við til at gera mannagongdir og upplýsandi tilfar til almenningin.
Sum eftirlitsfólk á matvørudeildini fert tú at arbeiða í einum fakliga sterkum toymi, sum brennur fyri sínum arbeiði.
Tú skal møguliga vera partur av eini vaktarskipan, sum er á matvørudeildini, í samband við útflutning av fiskavørum. Vaktarskipanin hevur skiftandi arbeiðstíðir.
Útbúgving
Vit søkja eftir fólki við náttúruvísindaligari útbúgving bæði á kandidat, bachelor og tekniskum støði:
t.d. matvøruverkfrøðingur, djóralækni, matvøruteknikari, laborantur ella onnur viðkomandi útbúgving.
Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun. Harumframt eru royndir í fyrisiting ein fyrimunur.
Førleikar
- Torir at taka avgerðir
- dugi at arbeiða sjálvstøðugt
- hevur góð samstarvsevni
- hevur koyrikort til bil
- trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
- dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
- dugir at samskifta á enskum
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum fólki við ymiskum útbúgvingum og hollum royndum.
Umsókn við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.tíl., skal sendast til:
Heilsufrøðiligu starvsstovuna
Smyrilsvegur 7, 2. hædd
100 Tórshavn
ella hfs@hfs.fo
Freist: sunnudagin hin 19. januar 2025.
Vinarliga tilskila um søkt verður fast ella tíðaravmarkað starv.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðara, tel. 556421.
Endamál stovnsins: tryggan mat og góða djóraheilsu.