Heilsutrygd
Heilsutrygd
Heilsutrygd

Tíðaravmarkað skrivstovustarv

Heilsutrygd søkir eitt skrivstovufólk í tíðaravmarkað farloyvisstarv til umleið 30. november 2027.

Eitt av okkara skrivstovufólkum fer í farloyvi, og tí leita vit eftir einum avloysara til skrivstovu okkara í Klaksvík.

Høvuðsuppgávurnar verða væntandi:

  • Samskipandi uppgávur og skrivstovuuppgávur í Kommunulæknaskipanini
  • Gera avtalur við veitarar og samstarvspartar
  • Skráseta og eftirkanna upplýsingar og avtalur
  • Halda skil á avtalum og skrásetingum í ymsum skipanum.
  • Málsviðgerð
  • Skjalhald (journal)
  • Annað vanligt skrivstovuarbeiði, sum t.d.
  • Fyrispurningar
  • Smærri bókhaldsuppgávur

Um leiðslan metir tað hóskandi, kunnu uppgávurnar í starvinum tillagast til rætta umsøkjaran.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Royndir við skrivstovuarbeiði, bókhald ella málsviðgerð
  • Góðar telduførleikar
  • Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Góð evni at orða teg á føroyskum í skrift og talu

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við og kennir journalskipanini 360° (Skjalhald) og Búskaparskipan Landsins.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Starvið verður sett frá 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara, á telefon 614003, ella á teldupostbústaðnum pmh@heilsutrygd.fo

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella við brævposti til: Heilsutrygd, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík

Lýsing er stovnað2. september 2026
Umsóknarfreist16. september 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
7 Klaksviksvegur, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki