Tvøroyrar Kommuna
Tvøroyrar Kommuna
Tvøroyrar Kommuna

TEKNISKUR LEIÐARI

Tvøroyrar kommuna søkir eftir Tekniskum leiðara, at byrja 1. mai. 2024 ella eftir nærri avtalu...

Tekniski leiðarin er partur av leiðslutoyminum hjá kommununi. Starvið er skipað undir teknisku nevnd, við tilvísing til kommunustjóran, sambært starvsfólkaskipanini hjá Tvøroyrar kommunu.

Starvið verður sett tann 1. mai 2024, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, ið verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122 ella umvegis teldupost: frodi@tvoroyri.fo

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. apríl 2024, kl. 12.00.

Nærri starvslýsing kann lesast her

Tvøroyrar kommuna
27. mars 2024

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Tryggja, høgt tænastustig, tíðarhóskandi umsiting, har dentur verður lagdur á nýhugsan, soleiðis at tekniska deild verður ein sjónligur partur av kommunalu fyrisitingini, ið veitur góðar tænastur til borgarar, vinnulív, býráðslimir og umsitingina.

Lýsing er stovnað27. March 2024
Umsóknarfreist19. April 2024
Stað
37 Tvørávegur, Tvøroyri 800, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki