Framskák
Framskák
Framskák

Tak fyrstu fetini á tíni starvsleið við Framskák

Leitar tú eftir einum læruplássi, har tú fært ábyrgd og spennandi arbeiðsuppgávur?
Tak fyrstu fetini í tíni starvsleið við at koma í læru hjá Framskák.

Vit leita eftir tveimum go-to starvsfeløgum, sum hava gott yvirlit og trívast væl við at hava stóra ábyrgd. Sum lærlingur hjá Framskák verður tú ein týdningarmikil partur av eini spennandi fyritøku sum í løtuni er í stórari menning. Tú fært ein spennandi arbeiðsdag við stuttligum og fittum starvsfeløgum, tú fært ábyrgd og spennandi arbeiðsuppgávur, sum vit tillaga alt eftir, hvat tú heldur er spennandi. Í tíni lærutíð hjá Framskák fært tú loyvi at menna teg og tínar førleikar, so tú verður tann besta útgávan av tær sjálvum.

Framskák er sum ein familja, og her hevur tú kensluna av at hoyra til ein felagsskap. Tað er ein góð kensla at møta til arbeiðis hvønn einasta dag, tí øll eru fitt og í góðum lag, samstundis sum øll brenna fyri at gera sítt arbeiði til lítar.”
- Jákup Jensen, starvsfólk.


Um teg

Ynskiligt er, at tú júst hevur lokið miðnámsprógv og ynskir, at næsta stigið í tíni starvsleið er at koma í skrivstovu- ella sølulæru. Tað er týdningarmikið fyri okkum, at tú arbeiðir miðvíst, og at tú fylgir tínum arbeiðsuppgávum á mál – eisini tá tú hevur nógvar bóltar í luftini í senn. Tú ert eitt virkið og samvitskufult menniskja sum tekur ábyrgd, tá vit vísa tær álit.

Um størvini

Skrivstovulæra: Arbeiðið fevnir um skrivstovuhald, fyrisiting, bókhald, dagligt samskifti við kundar og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávu. Lærutíðin kann í ein ávísan mun eisini fevna um uppgávur eftir tørvi og eftir tínum áhuga. Læruplássið er í Havn, er fulla tíð, og lærutíðin er tvey ár. Løn verður ásett eftir nærri avtalu.

Sølulæra: Arbeiðið fevnir um at veita ráðgeving og sølu av tøkni. Harumframt luttekur tú eisini í søluátøkum, kundavitjanum og teimum mongu spennandi tiltøkunum, sum Framskák fyriskipar. Lærutíðin kann í ein ávísan mun eisini fevna um uppgávur eftir tørvi og eftir tínum áhuga. Læruplássið er í Havn, tað er fulla tíð, og lærutíðin er tvey ár. Løn verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. august 2024, og eftir ætlan verður starvið sett 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Rannvá Patursson, bókhaldari, á tlf. 212748 ella við teldubrævi til rannva@framskak.fo.

Umsóknir skulu sendast til rannva@framskak.fo.

Hjá Framskák droyma vit stórt.....

Framskák er ein fyritøka í stórari menning, og vit flyta okkum við høgari ferð. Vit veita tøkni til føroysk arbeiðspláss, og okkara aðalmál er at gera arbeiðsdagin hjá okkara kundum so smidligan sum gjørligt. Hjá Framskák starvast 10 fólk, og vit halda til í flottum hølum á Skálatrøð í Havn.

Lýsing er stovnað1. July 2024
Umsóknarfreist5. August 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroysktMiðal førleiki
Stað
Skálatrøð, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.Koyrikort CPathCreated with Sketch.SmidleikiPathCreated with Sketch.Vanligir telduførleikar
Starvsgreinar
Starvsmerki