Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE

Summarstarv í kunningardiskinum

Vit søkja eftir starvsfólki til Kunningardiskin í farstøðini á flogvøllinum. Talan er um summarferiustarv við møguleika fyri halda áfram eftir summarferiuna.

Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum innan kunning, sølu og skrivstovuuppgávur.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv, sum m.a. fevnir um at veita viðskiftafólki kunning um ymisk viðurskifti í sambandi viðflogferðsluna, parkering, útgjalding av tax-free peningi, busssamband og hýruvognar.

Eisini er handil í Kunningardiskinum, har starvsfólkini taka sær av vørusøluni, og eru við til at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi.

Týdningarmiklasta uppgávan hjá starvsfólkum í Kunningardiskinum er at veita góða tænastu og geva viðskiftafólkunum eina góða uppliving.

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta at:

  • tú dugir at samskifta á føroyskum og enskum
  • tú dugir við tølum
  • tær dámar at veita góða tænastu
  • tú dugir at brúka teldu og at leita eftir upplýsingum á alnótini
  • tú hevur KT førleikar á brúkarastigi
  • tú ert smidlig/-ur í sambandi við arbeiðstíðir
Ágóðar við starvinum

Tú verður partur av góða starvsfólkahópinum hjá Vága Floghavn.

Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, matarskipan umframt aðrar starvsfólkaágóðar.

Lýsing er stovnað21. March 2025
Umsóknarfreist6. April 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Framúrskarandi
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
380, 2 Flogvøllurin, Sørvágur 380, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.KundatænastaPathCreated with Sketch.SmidleikiPathCreated with Sketch.Seljaratypa
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki