Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli

Stuðulsstarv í Runavíkar kommunuskúla skúlaárið 2024-2025

Søkt verður eftir:
• einum stuðli at byrja 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu og til 19. juni 2025.
Talan er um eitt parttíðarstarv sum stuðul í einum skúlaflokki í miðdeildini (lønarbrot
0,75)

Søkt verður eftir starvsfólki, sum :
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• vilja rúma ymiskleikanum og styrkja felagsskapin
Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur
stuðul.

Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Starvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Fíggjarmálaráðið

Námsfrøðingar í skúlanum eru løntir í lønarflokki 11-24.
Hjálparfólk í skúlanum eru lønt í lønarflokki 3-9.

Arbeiðstíðin er millum kl. 7.50 – 15.10.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. november 2024 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast til rks@skulin.fo ella durita.joensen@skulin.fo

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á
tlf. 477332 & 217331.
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 506 næmingar, av hesum eru 55 í forskúlanum, og uml.
70 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo

Lýsing er stovnað19. November 2024
Umsóknarfreist29. November 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki