

Stjóri til Visit Tórshavn
Visit Tórshavn arbeiðir yvirskipað við at miðsavna og kunna borgarar og ferðafólk um Havnina.
Endamálið er at menna eina burðardygga ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. At skapa áhuga fyri Havnini, stuðla handilslívi, tænastuvinnu, mentan og annars virka fyri, at býurin er áhugaverdur at vitja, liva og virka í.
STARVIÐ
Fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum er at leiða toymið á Visit Tórshavn og at tryggja, at Visit Tórshavn framhaldandi tænir borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum. Uppgávan er eisini miðvíst at arbeiða við at málini í ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu verða rokkin í tøttum samstarvi við kommunu, vinnu og myndugleikum.
Ferðavinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu liggur á torshavn.fo og á visittorshavn.fo ber til at lesa meira um Visit Tórshavn.
Starvið sum stjóri er fulla tíð og verður lønt sambært avtalu. Visit Tórshavn húsast í Steinatúni, har sjey dugnalig starvsfólk eru. Viðhvørt verður arbeitt meira enn ásettu tíð.
FØRLEIKAKRØV
Vit leita eftir einum arbeiðssomum og lagaligum stjóra, ið kennir bæði ferðavinnu og handilsvinnu. Eisini krevst innlit í fíggjarstýring og fíggjarætlanir. Leiðsluroyndir og góð evnir at samskipa og leiða verkætlanir eru fyrimunir. At duga væl at samskifta og málbera seg á føroyskum og enskum er krav. Somuleiðis má stjórin duga at røkja sambond og samstarva við myndugleikar, vinnu og onnur. Umsøkjarar mugu hava útbúgving í ferðavinnu, sølu, tænastu, samskifti ella líknandi.
Føroyskt
Enskt
Danskt