Føroya Lærarafelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Lærarafelag

Stjóri til Bókadeild Føroya Lærarafelags

Hevur tú brennandi áhuga fyri útgávu av barna- og ungdómsbókum, er eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv leyst at søkja.

Starvið

Uppgávan hjá stjóranum á Bókadeild Føroya Lærarafelags er at stjórna einum forlagi, har bóka- og blaðútgáva eru kjarnuøki.

Forlagið gevur út dygdargóðar, tíðarhóskandi og fjølbroyttar barna- og ungdómsbøkur í samráð við bókmentaligu nevnd felagsins og stendur fyri at geva út barnabløðini Strok og Píka7.

Uppgávur hjá stjóranum eru m.a.:

  • at mynda og menna útgávuvirksemið saman við bókmentaligu nevnd felagsins
  • at hava fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virkseminum
  • at verða framtakshugaður, samstarvshugaður og duga at finna loysnir
  • at skapa virðing fyri forlagnum, fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum starvsfólk
  • at tryggja, at starvsfólkini kunnu førleikamenna seg
  • at halda seg kunnaðan um altjóða bókamarknaðin og taka lut í viðkomandi bókamessum uttanlands
  • at ráðgeva, kunna og samstarva við bókmentaligu nevndina og nevndina í Føroya Lærarafelag.

Stjórin skal tryggja, at virksemi forlagsins er á høgum fakligum stigi, og at játtaður stuðul verður nýttur á fullgóðan hátt.

Førleikakrøv

Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, sum hava týdning fyri starvið.

Harumframt er tað eitt krav, at umsøkjari hevur:

  • góð leiðslu- og samstarvsevni
  • vilja og áhuga at ganga nýggjar leiðir
  • góðar málførleikar og evni at samskifta, bæði á skrift og í talu.

Vit bjóða

Starvið er spennandi við sjálvstøðugum uppgávum og við nógvum samskifti við rithøvundar, myndprýðarar og týðarar. Arbeiðið er á høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

Setanar- og lønartreytir

Starvið er sáttmálasett og lønt á lønarstigi 39 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Lønin er kr. 56.288,09 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður lýst til setanar frá 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v o.ø. skal sendast til:

Føroya Lærarafelag
Pedda við Stein gøta 9
Postrúm 3264
FO-110 Tórshavn
ella jacob.eli@lararafelag.fo

Umsóknin skal vera Føroya Lærarafelag í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. mars 2025.

Umsøkjarar, sum vilja hava fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Jacob Eli S. Olsen, formann í Føroya Lærarafelag, á tlf. 23 57 66.

Lýsing er stovnað4. March 2025
Umsóknarfreist26. March 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki