Mylnan - Berjabrekka
Mylnan - Berjabrekka
Mylnan - Berjabrekka

Starvsfólk til Mylnuna í Berjabrekku

Kom og starvast saman við okkum í snøgga handlinum á Berjabrekku. Vit leita í løtuni eftir einum starvsfólki, ið á bestan hátt kann veita kundatænastu og selja og vísa á okkara breyð og køkur, ið koma beint frá bakaranum.

Góðska og kundatænasta eru lyklaorð hjá Mylnuni, og vænta vit av tær, at tú ert smílandi, røkin og ábyrgdarfull/ur.

Vit ynskja eitt starvsfólk, ið kann arbeiða 30-35 tímar um vikuna, og tá er talan bæði um morgun- og dagvaktir og annaðhvørt vikuskifti.

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum á Berjabrekku, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna. Um tú hevur spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Joan E. Justinussen, handilsleiðara, á telefon 769091.

Lýsing er stovnað23. September 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Stað
Berjabrekka, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki