Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE

Starvsfólk til matgerð

Dámar tær væl at matgera og hjúkla um?

Vit søkja eftir einum eldhugaðum starvsfólki til matgerð og kantinurakstur av okkara starvsfólkakantinu, at byrja skjótast gjørligt.

Saman við leiðsluni fyri kantinuna, kemur tú at seta tín dám á matgerð, matætlanir, innkeyp og at menna kantinuraksturin á Vága Floghavn.

Um Vága Flohavn
Vága Floghavn er í rúkandi menning og starvsfólkatalið alsamt vaksandi, og telur í dag omanfyri 100 starvsfólk. Starvsøkini eru ymisk, og virksemið er skipað í skiftandi vaktum og arbeiðstíðum.

Arbeiðstíðir
Talan er um fast starv á 25 tímar um vikuna og í felag finna vit bestu loysnina hvussu vit skipa arbeiðstíðirnar.

Kantinutoymið hoyrir undir starvsøkið ”reingerð og kantina” og tit verða tvey starvsfólk knýtt at kantinuni.

Førleikar
Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið brennur fyri at gera mat og at hugna um okkara starvsfólk.

Tað er fyrimunur at hava royndir innan matgerð, men týdningarmest er, at tær dámar at matgera og at vera við til menna kantinuøkið til tann vaksandi tørvin.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir verða eftir avvarðandi fakfelag.

Vit bjóða tær at gerast partur av einum góðum starvsfólkahópi, góðar arbeiðsumstøður, matarskipan, heilsutrygging og aðrar starvsfólkaágóðar.

Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan.

Umsókn
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at tosa við Gunnvá Jónsdóttir, leiðara fyri kantinu og reingerð, á telefon 784467 ella við at senda ein teldupost til gujo@fae.fo

Umsóknarfreistin er 31. mars

Lýsing er stovnað17. mars 2026
Umsóknarfreist31. mars 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Sørvágur 380, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.FramsøkinPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.KøksarbeiðiPathCreated with Sketch.Reingerð
Starvsgreinar
Starvsmerki