Dagstovnurin í Øksnagerði
Dagstovnurin í Øksnagerði
Dagstovnurin í Øksnagerði lat upp í 2001. Stovnurin er í nátturuvøkrum umhvørvi úti á Fløtum í Havn. Á stovninum eru fýra stovur og her starvast 26 starvsfólk. Starvsfólkatoymið leggur dent á relatiónsarbeiði. Vit geva børnunum fjølbroyttar upplivingar við tryggleika og umsorgan sum grundarlag fyri at skapa bestu menningarfortreytir fyri einstaka barnið í gerandisdegnum.
Dagstovnurin í Øksnagerði

Starvsfólk til frítíðarskúlan og Námsfrøðing til serstovuna

Er sernámsfrøði akkurát nakað fyri teg?

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir námsfrøðingi á 30 tímar um vikuna til serstovuna Bólið at byrja skjótast gjørligt. Eisini søkja vit eftir starvsfólki og avloysara til Fríðtíðarskúlan í Hornabø, sum er ein partur av Dagstovninum í Øksnagerði.


Um dagstovnin

Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan tað sosiala og samskifti. Eisini hoyrir Frítíðarskúlin í Hornabø til, sum er frítíðarskúli fyri tey børn, ið ganga á Skúlanum á Trøðni. Í løtuni ganga 55 børn í Øksnagerði, 6 børn í Bólinum og 5 børn í Hornabø, og starvsfólkatoymið telur 25 starvsfólk.

Til starvið í Hornabø mangla vit eitt starvsfólk á uml 30 tímar og avloysarar. Arbeiðstíðirnar har eru millum 11-17. Í Hornabø verður dentur lagdur á, at tað er frítíðin hjá børninum sum er har, tí verður støði tikið í hvat børnini tíma, og at eggja tey at menna teirra førleikar til at verða í sosiala samspælinum. Tað verður eisini arbeitt nógv við málmenning.

Til starvið í Bólinum, mangla vit ein námsfrøðing, har kunnu vit bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymiskleikanum. Vit leggja dent á góðar relatiónir millum børn og vaksin, og børn og børn. Vit ganga út frá at tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir undir at skapa bestu menningarfortreytirnar fyri einstaka barnið. Í løtuni hava vit eisini børn við Down Syndrom á stovuni, hetta starvið fer at hava fokus serliga á børn við Down Syndrom, og arbeiðnum, sum er rundanum teirra tørvir.

Vit hava ein opnan stovn, har vit hjálpa hvørjum øðrum, deila vitan og hava nógv felags virksemi uppá tvørs av stovunum. Vit arbeiða eftir eini námsætlan, sum tryggjar, at vit stuðla børnunum í teirra fjøltáttaðu menning.


Um Bólið

Bólið hevur verið serstova síðan stovnurin opnaði í 2001. Børnini, sum ganga á serstovuni hava aloftast autismu órógv og/ella avbjóðingar innan mál og samskifti, og í løtuni hava vit eisini børn við Down Syndrom.

Vit nýta tí amboð og arbeiðshættir, sum hóska til teirra tørv. Tað kann vera Boardmaker, PECS, Low Arousal, sosialar søgur, intensiv interaktión, Karlstad, tekn til talu, Kat-kassan o.a.

Vit arbeiða nógv við sansastimbran og rørslu fyri at hjálpa børnunum at fáa ró á kropp og sinn. Her kann nevnast, at vit ganga til ríðing, svimja, nýta náttúruna, massera, reiggja, nýta rógevandi ljóð og ljós. Vit hava týðiligan struktur, og eru altíð fetið frammanfyri.

Vit síggja børnini, sum tey eru, og vita, at tey mennast undir tillagaðum umstøðum. Inklutión og sosiala menningin hjá børnunum hevur eisini nógv at siga, so vit eru partur av øllum felags virksemi á stovninum. Tó altíð í tann mun, barnið megnar. Vit eggja børnunum at vitja hinar stovurnar og felags økini, og stuðla teimum í samspælinum við onnur børn.

Vit hava fyrireikingartíð, regluliga vegleiðing, viðkomandi skeiðir, og í heyst er ætlanin at hava eitt intensivt skeið í Tekn til talu fyri allan stovnin.


Vit vænta, at tú:

  • ert blíð/-ur og fyrikomandi
  • ert rólig/-ur og tolin
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum relatiónum við børn, starvsfelagar og foreldur
  • hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • dugir at grunda yvir egið arbeiði
  • ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd og taka avgerðir, samstundis sum tú megnar at hava yvirlit, tá á stendur
  • hevur vitan og/ella áhugan fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar


Vit kunnu bjóða:

  • eitt fakligt mennandi starv á einum góðum dagstovni
  • tíð til annað arbeiði, stovufundir, námsfrøðisfundir, hjálparfólkafundir, skeið o.a.
  • góðar og væl skipaðar karmar
  • gott samstarv ímillum stovur
  • dugnaligar, royndar og rúmligar starvsfelagar
  • gott arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Søkir eingin námsfrøðingur starvið, kann hjálparfólk setast ístaðin. Møguleiki er eisini fyri at seta ein ergoterapeut, fyrsioterapeut ella líknandi.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Lýsing er stovnað11. September 2023
Umsóknarfreist30. September 2023
Starvsslag
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsgreinar
Starvsmerki
Vilt tú loyva farsporum? Alfred brúkar farspor til at greina ferðslu á heimasíðuni og at gera tína uppliving betri. Vís meira.