FK Fuglafjørður
FK Fuglafjørður
FK Fuglafjørður

Starvsfólk til BAKE-OFF deildina

Dámar tær væl at byrja dagin tíðliga og hava nýbakað breyð klárt til kundarnar?
So ert tú kanska tann, vit leita eftir!

ARBEIÐSTÍÐ

Hvørja viku mánadag til fríggjadag frá kl. 06.00 til umleið kl. 10.00.
Møguleiki er eisini at taka einstakar leygardagar eftir avtalu.

VIT BJÓÐA

Góða upplæring áðrenn tú byrjar, eitt spennandi og fjølbroytt starv í góðum arbeiðsumhvørvi og løn og setanartreytir sambært sáttmála við Samverk.

VIT VÆNTA, AT TÚ

• ert álítandi og arbeiðssom/arbeiðssamur
• trívist við at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur gott yvirlit og leggur dent á reinføri og góðsku
• ert tænastusinnað/ur og hevur gott lag á

Royndir frá bake-off ella handli eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav, vit syrgja fyri góðari upplæring, so tú kennir teg tryggan í starvinum.

SPURNINGAR?

Set teg í samband við deildarleiðara Lív Johnsdóttir við at støkka inn á gólvið, senda teldupost til lj@fk.fo ella ringja á tlf. 217480.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær! ♡

Lýsing er stovnað10. august 2026
Umsóknarfreist17. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Fuglafjørður, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki