Starvsfólk Paname Café
Søkt verður eftir tænara og/ella køkshjálpara yvir 18 ár til at starvast í Paname Café 30-35 tímar um vikuna.
Kafein liggur í hugnaligum umhvørvi mitt í Havn og opið er allar dagar í vikuni frá morgun til kvøld.
Starvið er tímalønt starv og arbeiðstíðin er bæði morgun og kvøld umframt annaðhvørt vikuskifti. Tó eru vit klár at práta um tíðirnar, um umsøkjari hevur viðkomandi royndir í køki.
Starvið umfatar at gera kaffi, borðreiða og eisini at hjálpa til í køkinum. Ynskiligt er, at tú hevur royndir ella í minsta lagi áhuga fyri at baka bæði breyð og kakur.
Løn og setanartreytir eru sambært Gistingarhús-og matstovusáttmálanum.
Meira fæst at vita við at venda sær til Niels B. á Rógvu, stjóra.
Starvið verður sett skjótast gjørligt
At baka og borðreiða
Royndir í køki er ein fyrimunur, men ikki krav