Spennandi starv sum supportari
Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum persóni í KT-deildini í Apoteksverkinum. Tú verður partur av toyminum, ið tekur sær av innanhýsis KT-tænastuni fyri alt Apoteksverkið.
Sum starvsfólk í KT-deildini verður tú við til at tryggja, at apotekini fáa skjóta og rætta vegleiðing, umframt at skipa mannagongdir soleiðis, at økið sum heild verður rikið skynsamt. Tað er av stórum týdningi, at tú ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta.
Starvið
Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við KT-leiðaran, men eru í høvuðsheitum:
- Brúkarahjálp til D365FO
- Viðlíkahald av skráum
- Test av skipanum
- Superbrúkari í KT-skipanini D365FO
Tínir førleikar
Tú er farmakonom og hevur áhuga fyri support og KT, umframt hegni at arbeiða innan økið. Møguliga hevur tú royndir og/ella útbúgvan innan KT økið.
Eisini kann dentur verða lagdur á hesar førleikar:
- Góð analytisk evni, og góðan førleika til tøl og Excel
- Førleika at raðfesta, samskipa og leggja arbeiðið til rættis
- Evni at samskifta á føroyskum og donskum í skrift og talu
Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur, og vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og hevur ein semjusøkjandi hugburð.
Vit bjóða
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast starv, sum er ásett at vera fulla tíð við byrjan 1. desembur 2024 ella skjótast gjørligt.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi 15. oktober 2024.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Richard Schwartson á tlf. 216519 ella senda ein teldupost til richards@apotek.fo