Borgaratænastan
Borgaratænastan
Borgaratænastan

Sosialráðgevar, ið vilja gera mun

Vilt tú brúka tína fakligheit til at hjálpa vaksnum borgarum víðari í lívinum?

Í Borgaratænastuni í eindini Vaksin í Almannaverkinum leita vit eftir trimum sosialráðgevum, sum vilja gera mun fyri borgarar, ið vegna heilsuligar, sálarligar og sosialar avbjóðingar hava tørv á stuðli, ráðgeving og hjálp.

Her fært tú eitt starv við meining, ábyrgd og fakligari dýpd. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har vit arbeiða fyri at veita góðar sosialar tænastur, skapa tryggleika hjá borgaranum og stuðla undir størri sjálvbjargni, sjálvsavgerðarrætt og eitt virkið lív.

Um størvini

Talan er um tvey føst størv og eitt farloyvisstarv fram til 1. mai 2027.

Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn, størvini eru fulla tíð, men við møguleika fyri lægri tímatali eftir nærri avtalu.

Arbeiðið

Í Borgaratænastuni arbeiða vit við borgarum, sum eru í broyttum ella truplum lívsumstøðum og hava tørv á hjálp, ráðgeving og stuðli.

Arbeiðið tekur støði í tvørfakligari hugsan og eini recoverygrundaðari og rehabiliterandi tilgongd. Endamálið er at møta borgaranum við virðing, skapa yvirlit og stuðla undir møguleikanum hjá tí einstaka at fáa størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at:

  • viðgera umsóknir um uppihaldsveiting og aðrar veitingar eftir Almannalógini
  • gera heildarlýsingar og visitera til aðrar deildir í Almannaverkinum
  • seta virkisvenjingar í gongd hjá arbeiðsgevarum
  • gera uppleitandi arbeiði og veita ráðgeving á Landssjúkrahúsinum og Herberginum
  • hava ein samskipandi leiklut í sambandi við burturriknar ukrainar
  • samstarva tvørtur um fak, deildir, stovnar og aðrar viðkomandi partar

Á deildini starvast 13 sosialráðgevar við arbeiðsstaði á Tvøroyri, í Runavík og í Tórshavn.

Eitt arbeiðspláss við fakligheit, trivnaði og ábyrgd

Hjá okkum fært tú eitt starv, har tú brúkar tína fakligheit í beinleiðis sambandi við borgarar, samstundis sum tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvørjum øðrum, sparra fakliga og finna loysnir saman.

Arbeiðið er fjølbroytt og kann vera krevjandi, men uppgávurnar verða loystar í felag. Vit leggja dent á eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi, har tað er rúm fyri opinleika, menning, supervisión og góðum samstarvi.

Tú verður partur av einum starvsfelagsskapi, har fakligheit og menniskjaligheit ganga hond í hond, og har bæði borgarar og starvsfólk verða møtt við virðing, greiðleika og umsorgan.

Nakrar ferðir um árið skipa vit fyri sosialum tiltøkum, har starvsfólk kunnu hittast í øðrum høpi enn tí fakliga. Tí hjá okkum hava bæði fakligheit, menniskjaligheit og trivnaður stóran týdning.

Vit bjóða tær

  • eitt fjølbroytt, avbjóðandi og mennandi starv
  • eitt arbeiði, har tín fakligi leiklutur ger mun
  • fakliga sparring og supervisión
  • góðar og dugnaligar starvsfelagar, sum virða fakligheit og trivnað høgt
  • møguleika at arbeiða tvørfakliga og finna góðar loysnir fyri borgaran
  • eitt starv í einum stórum og týðandi almennum felagsskapi
  • møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga

Vit vænta, at tú

  • ert útbúgvin sosialráðgevi ella ert við at gera útbúgvingina lidna
  • kennir týdningin av, at borgarin verður møttur, skiltur og hjálptur
  • hevur eitt rúmligt og virðingarsamt lyndi
  • dugir at skapa tryggleika og fáa borgaran at kenna seg væl móttiknan í Almannaverkinum
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
  • hevur hug og evni at samstarva tvørtur um fak, deildir og stovnar
  • dámar væl beinleiðis samband við borgarar
  • dugir væl at orða teg í skrift og talu
  • hevur fyrisitingarligar royndir, ella hevur áhuga fyri at menna teg á økinum

Løn og setanarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Borgaratænastuni í eindini Vaksin.

Tann, sum verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið er flokkað sum bachelorur í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin Søk.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. august 2026 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Morid Dalsgarð Jacobsen, deildarleiðara, á telefon 297320.

Lýsing er stovnað7. juli 2026
Umsóknarfreist9. august 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
18 Staravegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki