Landshandilin P/F
Landshandilin P/F
Landshandilin P/F

Sølufólk

Ert tú áhugað/ur í sølu og kundatænastu? Landshandilin, ein leiðandi heilsøla í Føroyum, søkir eftir einum ágrýtnum og miðvísum sølufólki at gerast partur av okkara toymi. Vit umboða heimskend merkir innan góðgæti, kips, drekkivørur og aðrar matvørur.

Starvs- og lønarviðurskifti:
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

Umsókn og freist:
Kunning um starvið fæst við at venda sær til Ingvard Vang á tlf.+298 221385 ella á [email protected]

Umsóknarfreistin er 26. juli 2024. Ætlanin er, at tú byrjar skjótast gjørligt.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
  • Menna og viðlíkahalda sambond við verandi og nýggjar kundar.
  • Hjálpa til við at gera sølu- og marknaðarføringsætlanir.
  • Handfara kundabíleggingar.
  • Luttaka í vøruframløgum og sølufundum.
  • Gera marknaðargreiningar og finna nýggjar sølumøguleikar.
  • Geva íkast til dagligu rakstraruppgávur í sølutoyminum.

 

Krøv til útbúgving og førleikar
  • Stóran áhuga fyri sølu og kundatænastu.
  • Góðan sans fyri smálutum og førleikar at handfara fleiri uppgávur í senn.
  • Førleikar at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi.
  • Góðar samskiftisførleikar - bæði skrivliga og munnliga.
  • Grundleggjandi kunnleika til KT.
  • Jaligan hugburð og vilja til at læra og mennast.
  • Arbeiðsroyndir innan sølu er ikki krav.
Lýsing er stovnað12. juli 2024
Umsóknarfreist23. juli 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Akranesgøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki