Føroya Kærustovnur
Føroya Kærustovnur
Føroya Kærustovnur

Skrivstovunæmingur til Føroya Kærustovn

Hevur tú miðnámsútbúgving og ynskir at sleppa í skrivstovulæru? So er tað kanska júst tær vit leita eftir. Føroya Kærustovnur søkir eftir einum dugnaligum starvsfelaga at byrja sum skrivstovunæmingur við sergrein í almennari fyrisiting.

Yrkisútbúgvingin

Útbúgvingin er fjøltáttað og fevnir um ein yrkisligan part og ein ástøðiligan part. Lærutíðin er vanliga tvey ár og skiftir ímillum starvsvenjing og styttri skúlaskeið í Danmark. Longdin av lærutíðini er tengd at tíni útbúgvingarbakgrund.

Tú kanst lesa meira um skúlagongdina á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum:

Skrivstovufólk við sergrein innan almenna fyrisiting (EUX)

Yrkisútbúgvingin gevur eisini beinleiðis atgongd til víðarilestur á hægri námi eftir lokna lærutíð.

Tínar uppgávur

Í lærutíðini fært tú kunnleika til kæruviðgerð og almenna fyrisiting sum heild. Uppgávurnar fevna millum annað um málsviðgerð, journalrøkt, samskifti, bókhald og lønarviðurskifti. Vit leggja okkum eftir at seta teg væl inn í ymsu uppgávurnar og vegleiða teg, tá tørvur er á tí.

Um okkum

Føroya Kærustovnur er evsti kærumyndugleiki innan fyrisitingina í skattamálum, almannamálum, familjumálum, vinnumálum og fleiri øðrum málum. Føroya Kærustovnur tekur eisini avgerð um skuldarumskipan, tvingsil og barnavernd.

Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo

Um teg

  • Tú hevur staðið miðnámsútbúgving
  • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu
  • Tú ert fyrikomandi og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Tú ert jalig/ur og álítandi og hevur dirvi til at royna nýggjar avbjóðingar

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, væl skipað og mennandi lærupláss
  • Dugnaligar, fittar og stuttligar starvsfelagar
  • Eitt arbeiðspláss, har trivnaður verður raðfestur sera høgt.
  • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
  • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið

Umsóknir

Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til

Føroya Kærustovn

Postrúm 45

110 Tórshavn

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. februar 2025. Møguligt er eisini at senda umsóknina til fks@fks.fo

Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Heðin Poulsen, deildarleiðara á tlf. 320585.

Um stovnin

Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmálaráðnum og tekur avgerð um kærur í almanna-, familju- og heilsumálum, skatta- og avgjaldsmálum, lestrarstuðulsmálum, lendismálum, vinnumálum, barsilskipanarmálum, psykiatrimálum, arbeiðsloysisskipanarmálum og náttúruverndarmálum. Kærustovnurin tekur eisini avgerð í málum um barnavernd, tvingsil og skuldarumskipan. Á stovninum starvast í løtuni fjúrtan fólk, stjórin, tíggju løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.

Krøv til útbúgving og førleikar

Miðnámsútbúgving

Lýsing er stovnað27. January 2025
Umsóknarfreist11. February 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki