Articon
Articon
Articon

Skrivstovulærlingur

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss? Vit leita eftir einum skrivstovulærlingi, ið hevur staðið miðnámsskúla, til fyrisiting okkara. Lærutíðin er 2 - 2,5 ár, og í lærutíðini er skúlagongd partur av tíðini.

Arbeiðsøki

Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:

  • kundatænasta,
  • telefonmóttøka,
  • bókhaldsuppgávur,
  • umframt aðrar skrivstovuuppgávur.

Tín vangamynd

  • er fyrikomandi,
  • dugir væl at samstarva,
  • dugir væl at samskifta við nógv ymisk fólk,
  • er tænastusinnað/-ur.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Tú hevur møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Eitt fjølbrott arbeiðspláss

Løn

Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Vit hava leypandi samrøður, so skjótt umsóknirnar koma inn!

Lýsing er stovnað7. juli 2026
Umsóknarfreist17. juli 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)