

Skrivstovufólk til Kvívíkar kommunu
Vegna økta arbeiðsbyrðu verður søkt eftir skrivstovufólki til fyrisitingina í Kvívíkar kommunu at byrja 1. Septembur 2026. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting og borgarstjóra.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
- Arbeiða við journalskipanini
- Røkja heimasíðuna
- Samskipan av ymiskum
- Umframt aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur
Førleikakrøv
Tú hevur skrivstovuútbúgving.
Tú hevur góðar telduførleikar og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
Tú hevur áhuga í og førleika til málsviðgerð.
Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.
Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk.
Tú ert fleksibul, tí arbeiðs-trýstið er ymiskt, og partar av arbeiðnum koma at liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Tú dugir væl at lurta og vera jalig-/ur og siðilig-/ur.
Tú ert væl skipað/-ur, hevur evni at hava fleiri bóltar í luftini í senn og letur teg ikki streingja av hesum. Samstundis ert tú fleksibul og før-/ur fyri at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.
Tú hevur góðar sosialar førleikar og jaligan hugburð.
Tú hevur kunnleika til og helst royndir innan kommunala umsiting.
Føroyskt
Danskt
Enskt