Dátueftirlitið
Dátueftirlitið
Dátueftirlitið

Skrivstovufólk til Dátueftirlitið

Dátueftirlitið søkir eftir skrivstovufólki

Avbjóðandi og spennandi starv í Dátueftirlitinum til setanar 15. august 2024 ella skjótast til ber

Starvið

Fast starv sum skrivstovufólk hjá Dátueftirlitinum er leyst at søkja.

Uppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar skrivarauppgávur, herundir lættari málsviðgerð, rættlestur, røkjan av heimasíðu og journal, bókhaldsarbeiði og telefonavgreiðslu.

Skrivstovufólkið á Dátueftirlitinum umsitir harumframt vakmyndatólsskránna og er skrivari á dáturáðsfundum.

Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt, tó at stórur dentur verður lagdur á samstarv og sparring við hini starvsfólkini hjá Dátueftirlitinum.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving.

Harumframt skalt tú:

· hava góðar fakligar førleikar og hava áhuga fyri dátuverndarøkinum

· dáma væl at arbeiða sjálvstøðugt

· sýna ábyrgd og skilvísi

· vera ágrýtin, nýhugsandi og dáma væl avbjóðingar

· duga væl at samskifta og samstarva við onnur

· duga væl føroyskt í skrift og talu

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við Búðskaparskipan Landsins, Public 360 og innan almenna fyrisiting sum heild. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við dátuvernd ella tikið skeið o.l. innan dátuvernd.

Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

Dátueftirlitið húsast í góðum og rúmligum hølum á Heiðavegi 25 í Saltangará. Tónin er lættur, og trivnaðurin hevur nógv at siga. Sum skrivstovufólk á Dátueftirlitinum fært tú ein gerandisdag saman við hugagóðum og hjálpsomum starvsfeløgum.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Talan er um eitt fast starv 30 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðin er frá kl. 9:00 til 15:00

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. juni 2024 kl. 16.00, og sendast til:

Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará

ella á tori@dat.fo

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tóra Højgaard, stjóra, tlf. 299100.

Lýsing er stovnað6. June 2024
Umsóknarfreist20. June 2024
Stað
Heiðavegur 25
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki