Magistarafelag Føroya
Magistarafelag Føroya
Magistarafelag Føroya

Skrivari/samskipari

Limatalið í Magistarafelag Føroya hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og tí søkir felagið nú eftir skrivara/samskipara at taka sær av skrivstovuvirkseminum, skipa fyri tiltøkum, samskipa virksemið hjá felagnum og aðrar uppgávur.

Talan er um eitt nýtt og spennandi starv, har høvuðsuppgávurnar verða at:

  • Umsita limaskránna, limagjøld og limaviðurskiftir annars
  • Umsitingarligar uppgávur, so sum skjalhald og bókhald
  • Svara fyrispurningum
  • Fyrireika nevndarfundir og taka lut í og umboða felagið á fundum
  • Samskipa tiltøk
  • Taka lut í strategiska arbeiðnum
  • Og annað fyrifallandi

Starvið verður sett frá 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv og royndir
Vit sóknast eftir einum starvsfólki við áhuga fyri fakfelagsarbeiði, sum hevur viðkomandi útbúgving ella royndir og/ella innlit í umsiting og málsviðgerð.

Harumframt ynskja vit ein persón, sum:

Er røkin, skipað/ur í sínum arbeiði og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
Er fyrikomandi og dugir væl við fólki
Stinn/ur í føroyskum, bæði í skrift og talu

Løn og setanartreytir
Starvið er 1/2 tíð, 20 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri ein part at tillaga arbeiðstíðir eftir ynski hjá tí, ið sett/ur verður, tó at skrivstovan skal vera opin fastar tíðir um vikuna.

Starvið verður sett og lønt eftir avvarðandi sáttmálaøki.

Starvsstaður er í Tvørgøtu 3 í Tórshavn.

Umsóknir
Umsókn skal sendast við telduposti til starv@magistarin.fo.

Umsóknir skulu vera Magistarafelagnum í hendi í seinasta lagi 1. november 2024, klokkan 12.00.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarir eru vælkomnir at venda sær til Marjun Lützen, forkvinnu á tlf. 222988 ella magistarin@magistarin.fo fyri nærri upplýsingar.

Lýsing er stovnað11. October 2024
Umsóknarfreist1. November 2024
Stað
100, 3 Tvørgøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki