Skrivari
Vit sóknast eftir dugnaligum og nærlagdum fólki til kommunuskrivara hjá Kunoyar kommunu. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár.
Starvið:
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Kunoyar kommunu at byrja 1. Apríl 2025.
Høvuðsarbeiðsuppgávur:
• Málsviðgerð
• Umsita journalskipan
• Telefonavgreiðsla
• Samskifti við borgarar
• Alt vanligt skrivstovuarbeiði
Førleikakrøv:
• Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
Royndir:
• Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur royndir innan almenna fyrisiting.
Persónligir eginleikar:
Umsøkjari skal hava góð samstarvsevni og kunna arbeiða sjálvstøðugt, umframt at hon/hann skal vera álítandi og fyrikomandi.
Løn og setanartreytir:
Starvið er hálvtíðarstarv og verður sett og lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og
Starvsfelagið.
Umsóknir:
Umsóknir v.m. skulu sendast til:
kunoy@kunoy.fo og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar kl. 12.00.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran Ólavur Nybo á tlf. 459900