Heilsutrygd
Heilsutrygd
Heilsutrygd

Sjúkrarøktarfrøðingar til kommunulæknaviðtalur á Strondum

Søkt verður eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til kommunulæknaviðtalur á Strondum at byrja skjótast gjørligt


Um størvini
Talan er um tvey størv sum sjúkrarøktarfrøðingar í viðtalu 4 og 5 í Heilsuøkið 2 á Strondum. Setanarbrøkurin er umleið 0,8 ella eftir nærri avtalu.

Í viðtalunum starvast tveir kommunulæknaavloysarar, Katrina Clementsen og Brynhild H. Reinert, og ein læknaskrivari. Viðtalurnar eru fyribils staðsettar á Strondum. Eftir ætlan flytur viðtala 5 við læknunum til Runavíkar á vári í 2026 og viðtala 4 flytur seinni.

Førleikar og eginleikar

  • Tú hevur útbúgving og galdandi løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
  • Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tá talan er um setan í fast starv í avloysaraviðtalu hjá Heilsutrygd, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 29 september. 2025.

Størvini verða sett skjótast gjørligt eftir nærri avtalu.

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Katrinu Clementsen kommunulæknaavloysara á tlf. 261871 ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo

Lýsing er stovnað12. September 2025
Umsóknarfreist29. September 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Strendur, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki