Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE

Security-starvsfólk

Vit søkja eftir trimum starvsfólkum til trygdareftirlitið (security) hjá Vága Floghavn.

Trygdareftirlitið/security

Sum altjóða flogvøllur skulu vit lúka øll myndugleikakrøv til trygd, og við øktu krøvunum er trygdareftirlitið ein stórur og umráðandi partur av flogvallarrakstrinum í dag. Myndugleikarnir hava fokus á, at eftirlitið hevur ein høga góðsku og professionalismu.

Á trygdareftirlitinum á Vága Floghavn eru uml. 30 starvsfólk.

Arbeiðsuppgávur

Tú fært ein fjølbroyttan gerandisdag har arbeiðsuppgávurnar m.a. fevna um:

  • Trygdareftirlit av ferðafólki, starvsfólkum, viðføri, akførum, farmi v.m.
  • Yvirveking og patruljering
  • Atgongdareftirlit
  • Móttøka og avgreiðsla á Havnarskrivstovuni

Serlig útbúgving krevst til at arbeiða í security. Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri útbúgvingina. Talan er um stigvísa upplæring, ið umfatar ástøði og praktikska venjing. Eftir fyrstu loyvisgóðkenning (certificering) verður lagt afturat við fleiri serøkjum.

Um teg

Vit hugsa okkum, at tú trívist við føstum og skipaðum arbeiðsrutinum og at tú annars ert:

nærlagdur/nærløgd við eyga fyri smálutum og frávikum

  • rólig/-ur, eisini tá tað skal ganga skjótt, og setir altíð trygdina í fremstu røð
  • tænastuhugað/ur og hevur lætt við at samstarva og arbeið í toymi
  • fleksibul og dámar at arbeiða við skiftandi uppgávum eftir tørvi
  • klárar teg á donskum og enskum eisini
  • IT-førleikar á brúkarastøði

Arbeiðstreytir og umsókn

Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan, herundir vikuskiftisvaktir umleið triðja hvørt vikuskifti. Arbeiðstíðir eru lagaðar eftir flúgvingini, serliga í sambandi við summarflúgving og høgtíðir. Vanliga arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 6 og 16, men kann eisini vera millum kl. 15 og til flogvøllurin steingir á kvøldi. Frídagar eru bæði vanligar gerandisdagar og í vikuskiftum.

Løn og setanartreytir eru sambært sersáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðsgevara­felag Føroya um mánaðarlønt starvsfólk á Vága Floghavn. Tann setti skal tola, at tað verða gjørdar tillagingar og broytingar í starvsinnihaldinum.

Ein treyt fyri at arbeiða á security er, at viðkomandi hevur reina revsiváttan og eftir starvsbyrjan fær trygdargóðkenning frá myndugleikunum. Ein treyt er eisini, at tú ikki ert litblind/-ur.

Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir frá tí at kravda grundútbúgvingin innan trygdar­eftirlits-arbeiði er lokin.


Umsóknarfreist

Send okkum umsókn, CV og møgulig viðmæli innan týsdagin 6. februar 2024.

Vága Floghavn tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at ringja til Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, á tel. 78 44 40 ella skriva til emjo@floghavn.fo.

Lýsing er stovnað23. January 2024
Umsóknarfreist6. February 2024
Starvsslag
Stað
Vága Floghavn, Sørvágur 380, Føroyar
Starvsgreinar
Starvsmerki