Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE

Security-starvsfólk

Vit søkja eftir starvsfólkum til trygdareftirlitið (security) hjá Vága Floghavn.

Trygdareftirlitið/security

Sum altjóða flogvøllur skal Vága Floghavn lúka øll myndugleikakrøv til trygd. Krøvini eru støðugt vaksandi, og er trygdareftirlitið vorðið ein umráðandi partur av flogvallarrakstrinum í dag. Her arbeiða yvir 30 starvsfólk, og verður tað hildið støðugt fokus á, at virksemið hevur ein høga góðsku.

Arbeiðsuppgávur

Tú fært ein fjølbroyttan gerandisdag har arbeiðsuppgávurnar m.a. fevna um:

  • Trygdareftirlit av ferðafólki, starvsfólkum, viðføri, akførum, farmi v.m.
  • Yvirveking og patruljering
  • Atgongdareftirlit
  • Móttøka og avgreiðsla á Havnarskrivstovuni

Serlig útbúgving krevst til at arbeiða í security. Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri útbúgvingina. Talan er um stigvísa upplæring, ið umfatar ástøði og praktikska venjing. Eftir fyrstu loyvisgóðkenning (certificering) verður lagt afturat við fleiri serøkjum.

Um teg

Vit hugsa okkum, at tú trívist við føstum og skipaðum arbeiðsrutinum og at tú annars ert:

  • nærlagdur/nærløgd við eyga fyri smálutum og frávikum
  • rólig/-ur, eisini tá tað skal ganga skjótt, og setir altíð trygdina í fremstu røð
  • tænastusinnað/ur og hevur lætt við at samstarva og arbeið í toymi
  • fleksibul og dámar at arbeiða við skiftandi uppgávum eftir tørvi
  • klárar teg á donskum og enskum
  • hevur KT-førleikar á brúkarastøði

Arbeiðstreytir og umsókn

Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan, herundir vikuskiftisvaktir umleið triðja hvørt vikuskifti. Arbeiðstíðirnar eru lagaðar eftir flúgvingini, serliga í sambandi við summarflúgving og høgtíðir. Vanliga arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 6 og 16, men kann eisini vera millum kl. 15 og til flogvøllurin steingir á kvøldi. Frídagar eru bæði vanligar gerandisdagar og í vikuskiftum.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðsgevara­felag Føroya um mánaðarlønt starvsfólk. Tann setta/i skal tola, at tað verða gjørdar tillagingar og broytingar í starvsinnihaldinum.

Ein treyt fyri at arbeiða á security er, at tú hevur reina revsiváttan og eftir starvsbyrjan fær trygdargóðkenning frá myndugleikunum. Ein treyt er eisini, at tú ikki ert litblind/-ur.

Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir frá tí at kravda grundútbúgvingin innan trygdar­eftirlits-arbeiði er lokin.

Vága Floghavn tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Ágóðar við starvinum

Tú gerst partur av góða starvsfólkahópinum hjá Vága Floghavn, og vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, fasta løn, umframt ymsar starvsfólkaágóðar, m.a. matarskipan og heilsutrygging.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, á tel. 78 44 40 ella við at senda ein tpost emjo@floghavn.fo.

Lýsing er stovnað11. August 2025
Umsóknarfreist1. September 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Grundførleikar
Stað
Vága Floghavn, Sørvágur 380, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki