
Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan fevnir um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vistskipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar staðfestingar.

Samskiftisfólk til Umhvørvisstovuna (parttíðarstarv)
Umhvørvisstovan søkir eftir einum dugnaligum og skapandi starvsfólki at arbeiða saman við samskiftisfólkinum á stovninum. Høvuðsuppgávan verður at framleiða tilfar til sosialar miðlar í tøttum samstarvi við samskiftisfólkinum og øðrum starvsfólkum á stovninum.
Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, har tú fært møguleika at menna teg í starvinum.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Høvuðsuppgávurnar verða millum annað at:
- framleiða tilfar til Instagram, Facebook, LinkedIn og heimasíður
- greina dátur í sambandi við samskifti
- luttaka í tiltøkum og kunningarátøkum
- sparra við samskiftisfólkinum um møgulig samskiftisátøk
- leggja tilfar á heimasíður og innannetið
Starvið er upp til 15 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi, og tí hóskar starvið væl, um tú til dømis ert lesandi ella hevur eitt parttíðarstarv.
Krøv til útbúgving og førleikar
Vit vænta, at tú:
- ert áhugað/ur í samskifti
- hevur hug og hegni at umsita sosialar miðlar
- dugir sera væl at skriva og málbera teg á føroyskum
- ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk fólk
- ert nærløgd/lagdur, dugir at leggja arbeiðið til rættis og kanst arbeiða sjálvstøðugt
- fylgir gongdini, tá ið tað snýr seg um rák á sosialum miðlum
- torir at siga tína hugsan
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við grafiskari uppseting.
Lýsing er stovnað2. juli 2026
Umsóknarfreist2. august 2026
Málslig krøv
FøroysktKravt
Stað
38 Traðagøta, Argir 165, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)
