Sernám
Sernám
Sernám

Sálarfrøðingur til Sernám

Sálarfrøðingur til Sernám

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til smábarna- og fólkaskúlaøki í Sernámi.

Talan er um farloyvissstarv fulla tíð at byrja 1. november 2024 ella skjótast eftir tað. Møguleiki er eisini fyri niðursettari arbeiðstíð.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.

Høvuðsuppgávur í starvinum eru:

· Veita sálarfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk í skúlum og á dagstovnum og til foreldur

· Samstarva við starvsfólk og foreldur um sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig átøk

· Gera sálarfrøðiligar metingar/kanningar av børnum og ungum

· Samskipa átøk við støði í tilmælum í samráð við starvsfólk í skúlum og á dagstovnum

· Samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis

· Veita starvsfólki á skúlum supervisión

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjarin:

· Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og á dagstovnum

· Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis

· Dugir at nýta metingar/kanningarúrslit í sálarfrøðiligum og sernámsfrøðiligum tilgongdum

· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni

· Dugir at skapa álit

· Dugir at samstarva við skiftandi fakbólkar

· Hevur áhuga fyri avbjóðingum, er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar

· Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:

· Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum

· Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi

· Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar í Sernámi

· Supervisión

· Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:

Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar. Fyrimun hava umsøkjarar við royndum innan serøkið ella royndum við børnum við serligum tørvi í skúlum og á dagstovnum.

Setanartreytir til starvið:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Tann, ið sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.

Umsóknarfreist:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. oktober 2024 og skulu sendast til:

Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Tann, sum settur verður, má verða sinnaður at luttaka virkin í at menna Sernám sum stovn umframt at tola broytingar í starvinum.

Lýsing er stovnað25. September 2024
Umsóknarfreist8. October 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki