Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Reingerðarfólk til reingerð í Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð í Fuglafjarðar skúla, at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið

Starvið inniber alla dagliga reingerð í skúlanum, hettar er bæði í nýggja barnaskúlanum, í framhaldsdeildini og 2004 skúlanum.

Skúlakøk, gongir, fimleikarhøll v/skiftingarrúmum, bókasavn o.a

Førleikakrøv

Vit vænta, at viðkomandi:

· Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.

· Er álítandi og ágrýtin.

· Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur, at arbeiða sjálvstøðugt.

· Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er.

· Kann arbeiða hóast skúlabørn og starvsfólk eru til staðar.

· Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um eitt fast starv sum er uppá 25-30 tímar um vikuna í dagtímunum. Tann, sum settur verur hevur 3 mðr. royndartíð.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar um starvið

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella [email protected].

Lýsing er stovnað4. apríl 2024
Umsóknarfreist19. apríl 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
48 Mirmansvegur, Fuglafjørður 530, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)