Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Reingerðarfólk til kommunuskrivstovuna

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til kommunuskrivstovuna í Fuglafirði

Um starvið

Starvið inniber alla dagliga reingerð av hølunum/skrivstovunum. Hølini eru staðsett á tveimum ymiskum matriklum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:

  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp
  • Er álítandi og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevn,i ert hjálpsom/samur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
  • Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er
  • Tolir broytingar viðvíkjansi arbeiðstíðum o.ø

Setanar- og lønarviðurskiftir

Talan er um fast starv 15 tímar um vikuna. Royndartíðin er 3 mánaðir. Arbeiðstíðin er eftir kl. 16.00.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Fleiri upplýsingar um starvið

Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini. Tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast via vangan

Ella við telduposti til info@fuglafjordur.fo

Freistin, at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið 14. januar 2025 á miðnátt. Setanarsamrøður verða væntandi 16. januar 2025

Lýsing er stovnað31. December 2024
Umsóknarfreist14. January 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Valfrítt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Í støð 5, 530 Fuglafjørður
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Reingerð
Starvsgreinar
Starvsmerki