Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Reingerðarfólk til Dagstovnin Stropan

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð á dagstovninum Stropanum, at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið

Á stovninum eru tvey reingerðarstarvsfólk sum deilast um reingerðina. Starvið inniber alla dagliga reingerð.

Førleikakrøv

Vit vænta, at viðkomandi hevur hesar førleikar :

  • Royndir innan reingerð. (Hettar er tó ikki eitt krav)
  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtur væl upp
  • Er álítandi og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevni og er hjálpsom/samur
  • Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er.

Setanar- og lønarviðurskiftir

Talan er um tímalønt starv 13,5 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er eftir kl 17.00.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Fleiri upplýsingar um starvið

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so eru tit vælkomin, at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast via vangan

Ella við telduposti til info@fuglafjordur.fo

Freistin, at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið 20. mai 2025.

Lýsing er stovnað6. May 2025
Umsóknarfreist20. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Valfrítt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
530 Børkugøta, Fuglafjørður 530, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Reingerð
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki