

PLC-serfrøðingur til KT-deildina
Vit søkja eftir einum PLC-serfrøðingi, sum skal vera við til at styrkja og menna PLC-økið í Bakkafrost samtakinum.
Talan er um eitt nýtt starv, har tú fært ein týðandi leiklut í at tryggja ein støðugan, tryggan og væl skipaðan rakstur av PLC- og stýriskipanum í samtakinum. Tú kemur at arbeiða tvørtur um deildir og lond.
Starvsstaðurin er á Glyvrum, men tú fert at arbeiða fyri allar deildir í samtakinum, sum hava PLC-stýringar.
Uppgávur
Sum PLC-serfrøðingur verður tú millum annað við til at:
- seta upp, dagføra, halda viðlíka og menna PLC- og stýriskipanir
- hava eftirlit við skipanum, gera feilsøking og umvælingar
- samskipa størri PLC-verkætlanir, eisini tá veitarar eru við í arbeiðinum
- styrkja trygdina í OT-umhvørvinum, eitt nú við ”hardening”
- tryggja góða dokumentatión av skipanum og broytingum
- arbeiða við samspælinum millum PLC, sensorar, maskinur og aðrar tekniskar skipanir
- arbeiða við Aveva, ið er SCADA skipanin, ið Bakkafrost brúkar.
- loysa aðrar uppgávur í samráð við leiðaran
Starvið er bæði operationelt og samskipandi. Tú skalt sostatt bæði kunna arbeiða ítøkiliga við skipanum og samstundis samskipa uppgávur og samstarv við ymiskar partar í samtakinum.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan el, automation, KT, verkfrøði ella líknandi. Fleiri ymiskar bakgrundir kunnu hóska til starvið, og vit leggja dent á ta røttu samansetingina av útbúgving, royndum, tekniskum førleikum og persónligum eginleikum
- hevur áhuga fyri og kunnleika til PLC- og stýriskipanir
- hevur royndir við uppseting, rakstri, viðlíkahaldi ella feilsøking av tekniskum skipanum
- ert áhugað/ur í at menna og standardisera tekniskar skipanir
Skilir føroyskt og kanst vera partur av fakliga og sosiala felagsskapinum í deildini, har dagliga samskiftið er á føroyskum. Somuleiðis er neyðugt, at tú dugir væl enskt, tí vit samskifta dagliga við starvsfelagar í Skotlandi.
Vit bjóða
Tú fært eitt nýtt og fjølbroytt starv við stórari ávirkan á, hvussu PLC- og tekniskar skipanir verða mentar og røktaðar í Bakkafrost samtakinum.
Tú verður partur av einum fakliga sterkum KT-toymi, har samstarv, ídni og ábyrgd eyðkenna gerandisdagin.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á "Søk" omanfyri.
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-stjóra, á tlf. 23 50 70.
Starvið verður sett sum skjótast. Samrøður verða hildnar so hvørt, sum skikkaðar umsóknir koma.
Føroyskt