Akademikara­felag Føroya
Akademikara­felag Føroya
Akademikara­felag Føroya

Parttíðarstarv sum aðalskrivari

Hevur tú áhuga fyri fakfelagsarbeiði og vil vera við til at menna AKF sum felag?

Akademikarafelag Føroya (AKF) søkir eftir aðalskrivara. Aðalskrivarin tekur lut í arbeiðinum hjá AKF ogsamskipar virksemið hjá felagnum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at hava ábyrgd av umsitingini, at veita limumfelagsins ráðgeving, sáttmálasamráðingar, strategiska menning av felagnum, fyrireika mál til nevndina og takalut í fakfelagspolitiskum samstørvum, ið AKF er partur av innlendis og uttanlands.

Starvið verður sett frá 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv og royndir
Vit sóknast eftir einum starvsfólki við áhuga fyri fakfelagsarbeiði og arbeiðsmarknaðarmálum, sum hevurviðkomandi útbúgving, royndir og/ella kunnleika til starvsfólkaviðurskifti og málsviðgerð; og sum dugir atskriva og framleiða tilfar til heimasíðu og onnur høvi at positionera felagið.

Harumframt ynskja vit ein persón, sum:

  • Er røkin, skipað/ur í sínum arbeiði og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Er fyrikomandi og dugir væl við fólki
  • Stinn/ur í føroyskum og enskum máli, bæði í skrift og talu

Løn og setanartreytir
Starvið er ¾ tíð, 29.5 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri ein part at tillaga arbeiðstíðir eftir ynski hjá tí, iðsett/ur verður, tó at skrivstovan skal vera opin fastar tíðir um vikuna.

Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum millum AKF og Fíggjarmálaráðið ella avvarðandi sáttmálaøki.

Starvsstaður er í Tvørgøtu 3 í Tórshavn.

Umsóknir
Umsókn skal sendast við telduposti til skrivstova@akf.fo. Umsóknir skulu vera AKF í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. august 2024 klokkan 12.00.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Páll Nolsøe, formann í AKF, á tlf. 551028 ella Ingibjørg Berg,verandi aðalskrivari á tlf. 213080, at fáa nærri upplýsingar.

Sí kunning um AKF á www.akf.fo.

Um AKF
AKF er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya og FelagiðFøroyskir Sálarfrøðingar. AKF hevur vaksandi limatal, sum í løtuni er áleið 770 limir.

AKF er limur í Fakfelagssamstarvinum, ið er samstarv millum fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í Fakfelagssamstarvinum eru: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagokfelag, Havnar Heilsuhjálparafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Starvsfelagið.

Lýsing er stovnað5. July 2024
Umsóknarfreist8. August 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki