Nema
Nema
Nema

Nema søkir eftir ráðgeva til okkara vinnuskipanir

Nema veitir m.a. KT skipanir til føroysku vinnuna. Skipanir okkara fevna um starvsfólkaumsiting, umsiting av lønar- og sáttmálaviðurskiftum og loysnum innan bókhald. Vegna alsamt vaksandi virksemi, leita vit eftir einum ráðgeva, ið hevur áhuga fyri ráðgeving, kundatænastu og talgildum loysnum.

Sum ráðgevi innan KT skipanirnar til vinnuna, fert tú m.a. at ráðgeva og seta saman bestu loysnirnar til okkara vinnukundar. Vinnuskipanirnar hjá Nema verða nýttar av alskyns fyritøkum í føroyum og uttanlands. Í starvinum fært tú av tí sama breiða vitan um tær loysnir, ið vit bjóða. Harafturat verður tú við til at menna og mynda skipaninar frameftir.

Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi á einum góðum arbeiðsplássi, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond.

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit leita eftir tær sum:

  • Brennir fyri góðari kundatænastu og ráðgeving
  • Hevur áhuga fyri KT og talgildum skipanum
  • Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskifta
  • Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð
  • Hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan fyrisiting og/ella umsiting
  • Hevur áhuga fyri ráðgeving, tøkni og góðari kundatænastu
  • Tað er ein fyrimunir, um tú hevur royndir við at brúka skipanirnar hjá Nema.

Vit vænta ikki, at tú hevur royndir á øllum økjum. Starvið verður tillagað eftir tínum royndum og áhugamálum. Vit leggja dent á at rúma ymiskum royndum og førleikum. Hevur tú ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja.

Ágóðar við starvinum

Vit bjóða tær:

  • Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi
  • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning
  • Møguleikan at seta tín dám á menningina av skipanunum hjá Nema
  • Tætt samstarv við okkara deildir innan menning, support og sølu
  • Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti
  • Góðan fleksibilitet og eina rúgvu av starvsfólkaágóðum
  • Eitt fulltíðarstarv og løn eftir avtalu.
Lýsing er stovnað29. september 2026
Umsóknarfreist12. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Klaksvík, Føroyar
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.KundatænastaPathCreated with Sketch.ToymisarbeiðiPathCreated with Sketch.Tøkniligir førleikar
Starvsgreinar
Starvsmerki