Býlingshúsið vesturi á Flat
Býlingshúsið vesturi á Flat
Býlingshúsið vesturi á Flat

Námsfrøðingur

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið Vesturi á Flat eftir námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu við leiðaran. Møguleiki er fyri færri / fleiri tímum um vikuna.


Um okkum

Býlingshúsinum á Flat hevur tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og eina serstova. Vit leggja stóran dent á umsorgan, menning og trivna hjá okkum øllum, børnum og vaksnum.

Relatión er okkara lyklaorð og alt byrja við góðum relatiónum.

Stovnurin liggur sera væl fyri í náttúru vøkrum øki sum vit gleðast um hvønn dag, vit arbeiða tætt at náttúruni og eru úti hvønn dag.

Býlingshúsið á Flat spennandi stovnur, vit arbeiða við nýggjari mentan og gerandisdagurin er merktur av stuttleika og menning.


Vit vænta, at tú:

  • ert blíð/-ur, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit
  • hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • dugir at grunda yvir egið arbeiði
  • ert sinnað/-ur at arbeiða í eini broytingartíð
  • vilt verða ein virkin partur av starvsfólkatoyminum
  • við tímum dugna og liðiliga arbeiðslagi ert við til at stuðla undir okkara trivnað, menning og samstarv til frama fyri einstaka barnið, foreldrini og starvsfelagarnar

Hetta so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk verða sædd, hoyrd og tikin í álvara.


Vit bjóða tær eitt týdningarmikið starv:

  • har viðurkenning er grundarlagið undir trivnaði, menning og samstarvi við einstaka barnið, foreldur og starvsfelaga
  • við fjølbroyttum og spennandi avbjóðingum í gerandisdegnum
  • har menningin hjá einstaka barninum er týðandi partur í gerandisdegnum
  • har samstarv við foreldrini hevur stóran týdning
  • har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið


Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Talan er um eitt fast starv við starvsbyrjan 1. mars 2024 ella sum skjótast.

Søkja skikkaðir námsfrøðingar ikki starvið, kunnu hjálparfólk setast.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Turið Horn, stovnsleiðara, telefon 27 51 00 ella við at skriva til [email protected]

Lýsing er stovnað2. februar 2024
Umsóknarfreist12. februar 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
11 Per Mohrs vegur, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki