Barnagarðurin á Mýrunum
Barnagarðurin á Mýrunum
Barnagarðurin á Mýrunum

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Barnagarðin á Mýrunum

Hug at gera mun saman við menniskjum?

Starvsfólk til dagstovnin Barnagarðin á Mýrunum í Runavík at byrja skjótast gjørligt ella eftir summarferiuna 2025.

Søkt verður eftir námsfrøðingum til vøggustovu, barnagarðstovur og til náttúrubarnagarðsstovuna við innbygdum sertilboð. Størvini eru á 20-40 tímar um vikuna, hetta avtala vit í felag.

Fólk við aðrari viðkomandi útbúgving og lesandi, ið verða liðug við námsfrøðiligan lesnað skjótt, eru vælkomin at søkja størvini. Hevur tú ætlanir um at lesa víðari til námsfrøðing, er hetta ein gyltur møguleiki at nema sær royndir áðrenn skúlabyrjan. Vit sóknast eisini eftir føstum avloysara, sum er fyrikomandi, arbeiðsamur og røkin og sum kann traðka til eftir tørvi.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í náttúruperluni við Toftavatn, sum er okkara spælipláss í gerandisdegnum. Vit hava stutta frástøðu til Bylgjuna, Bókasavnið og Ellisheimið, sum eru nøkur av støðunum við regluliga vitja. Stovnurin er normeraður til 104 børn í aldrinum 0-6 ár, deild út á tvær vøggustovur og 4 barnagarðsstovur.

Til vøggustovu- og barnagarðstovu sóknast vit eftir námsfrøðingi, sum:

· Í tøttum samstarvi við bæði starvsfelagar og foreldur, kann leggja dagin námsfrøðiliga til rættis, so barnið og barnabólkurin fær ein mennandi, fjølbroyttan og tryggan dag.

Til nátturubarnagarðsbólkin sóknast vit eftir námsfrøðingi, sum umframt omanfyristandandi:

  • Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.
  • Hevur áhuga í at arbeiða við sernámsfrøði í einum inkluderandi høpi í barnabólkinum.

Hjá okkum fær tú:

  • Eitt starv har tú ger mun í lívinum hjá einum menniskja.
  • Eitt starv í einum góðum starvsfólkahópi og arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta dám á tín gerandisdag.
  • Eitt mennandi starv við regluligum tvørfakligum samstarvi við námsfrøðiligum ráðgeva, ergoterapeuti og aðrar fakbólkar.
  • Fyrireikingartíð er raðfest og løgd í arbeiðsætlanina.
  • Ein stovn, ið málrættaður námsfrøðiliga arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum, eftir TÍTT, DPU og eftir menningarætlanini fyri hvørt barnið.
  • Ein gerandisdag har pláss er at kjakast og meta um barnsins menning í tøttum samstarvi við hinar stovurnar á stovninum.
  • Regluligar innanhýsis fakfundir, har bólkar lesa og kjakast um viðkomandi evni.
  • Regluligar starvsfólkafundir sum forum, har fakligur íblástur kemur uttanífrá.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Hjálparfólk verða lønt á stig 2-8, námsfrøðiligir atstøðingar á stig 9-14 og námsfrøðingar á stig 11-24. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Freistin til at søkja starv er sunnudagin 23.mars 2025. Samrøður verða í viku 13.

Lýsing er stovnað3. March 2025
Umsóknarfreist23. March 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Runavík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki