Vága kommuna
Vága kommuna
Vága kommuna

Mentanarsamskipari

Brennir tú fyri mentan, trivnaði og góðum upplivingum? Dugir tú at gera hugskot til veruleika? Vága kommuna søkir eftir mentanarsamskipara í farloyvisstarv.

Vit leita eftir einum eldhugaðum og vælskipaðum mentanarsamskipara, sum vil vera við til at menna mentanar- og trivnaðarvirksemið í Vága kommunu. Sum mentanarsamskipari verður tú ein týðandi partur av arbeiðinum at skapa, samskipa og miðla mentanarlig tiltøk og trivnaðarfremjandi átøk.

Arbeiðsuppgávur:

  • hugskotsmenning og menning av mentanarátøkum
  • fyriskipan og samskipan av tiltøkum
  • ábyrgd fyri og stýring av mentanarárshjólinum
  • samskifti og samstarv við borgarar, feløg, fyriskiparar og aðrar viðkomandi partar
  • miðlan av tiltøkum og virksemi til borgarar
  • at samskipa átøk sum Undurfagri mai og fjølmentanarvikuna
  • aðrar umsitingarligar uppgávur innan trivnaðar- og mentanarøkið eftir tørvi

Vit leita eftir tær, sum:

  • brennir fyri mentan og trivnaði
  • dugir at gera hugskot til veruleika
  • ert vælskipað/ur og arbeiðir skipað fram í tíð
  • hevur gott eyga fyri smálutum og samstundis dugir at hugsa langsiktað
  • tekur ábyrgd fyri uppgávum og tiltøkum
  • trívist í einum starvi við nógvum samskifti og samstarvi
  • hevur áhuga fyri menning og strategiskum arbeiði innan trivnaðar- og mentanarøkinum
  • dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

Førleikakrøv:

  • hevur viðkomandi útbúgving
  • ert væl fyri í føroyskum, norðurlendskum máli og enskum, bæði í skrift og talu
  • hevur politiskt tev og skil fyri at arbeiða í einari politiskt stýrdari skipan
  • hevur royndir innan ráðgeving og samskipan, helst á mentanar- og trivnaðarøkinum
  • hevur góðar telduførleikar

Royndir frá almennari fyrisiting kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit bjóða:

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú fært møguleika at arbeiða við fólki, hugskotum og verkætlanum, sum hava týdning fyri trivnaðin og mentanarliga lívið í kommununi. Tú verður partur av einari jaligari umsiting við góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning.

Um starvið:

Starvið er skipað undir trivnaðardeildini. Talan er um eitt hálvtíðarstarv, sum er tíðaravmarkað til 30. juni 2027. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi í sambandi við tiltøk og virksemi. Løn og setanartreytir sambært sáttmala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarandi yrkisfelag.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn og nærri upplýsingar:

Søk starvið við at trýsta á „Søk“. Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. september 2026.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dortheu Højgaard Dam, trivnaðarleiðara, á telefon 79 44 45.

Hevur tú hug at vera við til at skapa mentan, trivnað og góðar upplivingar í Vága kommunu? So vilja vit fegin hoyra frá tær.

Lýsing er stovnað16. september 2026
Umsóknarfreist29. september 2026
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
1 Hammershaimbsvegur, Sandavágur 360, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki