

Mekanikari við rullandi verkstaði
Mekanikari við rullandi verkstaði
Tú trívist ikki á kontóri – tú skalt vera úti á plássinum, har maskinur, dumparar, kranar og tøkni skulu rigga hvørja ferð. Vit leita eftir einum mekanikara við hegni og huga at arbeiða sjálvstøðugt á okkara byggiplássum kring alt landið.
Tú fert at hava egnan væl útbúnan verkstaðsbil – tín amboðskassi á hjólum – og vera lykilin til, at arbeiðið ikki steðgar.
Okkum tørvar eisini mekanikara á sjálvt verkstaðið á Hjalla, so tað er ikki avgerðandi fyri at søkja, um tú heldur ynskir at verða á sjálvum verkstaðnum.
Mekaniska deildin fast serliga við at servicera og feilfinna. Tað liggur væl fyri hjá tær at feilfinna mekaniskar, hydrauliskar og elektriskar trupuleikar á maskinum v.m.
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
- Nútímans útgerð.
- Eitt fjølbroytt og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
- Persónlig og fakliga førleikamenning.
- Menning av førleikum innan Volvo entreprenørmaskinur, ið eru partur av okkara umboðan.
- At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
- Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.
Tín vangamynd
Vit vænta, at tú:
• er røkin og álítandi
• ert arbeiðssom/-samur
• ert sjálvstøðug/ur
• Brennir fyri omanfyri nevndu uppgávum
• Smittar góða lagi har tú kemur
Vit hava samrøðurnar eftir 13. august.
Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í toyminum á verkstaðnum eru 23 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild í framleiðir og uppsetur stálkonstruktiónir og gerð umvælingar - alt frá smáðum uppgávum til størri kai anlegg. Eisini taka vit okkum av at byggja og umvæla ymiskar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivna.