Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Sálarfrøðingur til barnsburðarfarloyvi

Fyri sálarfrøðing, ið fer í barnsburðarfarloyvi, søkir Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafarðar kommunu eftir sálarfrøðingi í tíðarskeiðnum frá 1. apríl 2024 ella skjótast gjørligt, til 31 august 2025. Starvið er 30 tímar um vikuna.

Talan er um eit avbjóðandi og spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Arbeiðs- og ábyrgdarøki:

  • At hava útgreinandi, stuðlandi og viðgerandi samrøður við børn og ung.
  • At gera sálarfrøðiligar kanningar og metingar av børnum og ungum í mun til m.a. kensluligar, kognitivar, sosialar og eksekutivar førleikar.
  • At veita familjum ráðgeving og viðgerð.
  • At veita foreldrum, námsfrøðingum og lærararum ráðgeving.
  • At veita starvsfólkum og samstarvsfeløgum persónliga og fakliga supervisión.
  • At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum í samráð við leiðaran.

Vit vænta at tú:

  • ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • ert jalig/ur av lyndi og dugir at síggja loysnir fram um forðingar.
  • hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul.
  • ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/ur í verki.
  • hevur eina jaliga menniskjafatan.
  • ert fús/fúsur til at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar.
Krøv til útbúgving og førleikar

Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych. 

Lýsing er stovnað25. January 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Starvsslag
Stað
Karvatoftir, Fuglafjørður 530, Føroyar
Starvsgreinar
Starvsmerki